Føroyskur skattarættur - page 28

28
3.1.1. Leiklutur kommununnar
Kommunurnar hava ikki longur álíkningarmyndugleika. Hann liggur
burturav hjá Toll- og skattaráðnum og TAKS, sum eru myndugleikar hjá
landsstýrinum. Hinvegin hava kommunurnar sambært toll- og
skattafyrisitingarlógina ávíst avmarkað eftirlit við álíkningini. Tí í seinasta
lagi 1. november skal TAKS senda kommununum upplýsingar um allar inn-
tøkur og frádráttir frá árinum frammanundan hjá hvørjum einstøkum skat-
tgjaldara í kommununi.
Endamálið við hesi fráboðan er, at kommunurnar við hesum kunnu gera sínar
viðmerkingar til álíkningina hjá TAKS fyri at tryggja, at øll tey eru sett í skatt,
sum eiga at verða tað í kommununi. TAKS hevur skyldu at kanna viðmerking-
arnar hjá kommununi og kunna kommununa um úrslitið av slíkari kanning.
Lógin gevur eisini TAKS rætt til frá einari kommunu at krevja at fáa allar
upplýsingar viðvíkjandi einum skattaborgara, upplýsingar, sum kunnu tryggja,
at TAKS kann gera sanna og rætta skattaálíkning.
3.1.2. Málsviðgerðin
Avgerðir skattavaldsins skulu vera grundgivnar, og skattaborgarin skal verða
vegleiddur um kærumøguleikar. Hetta er ásett í lógini um toll- og skattafyri-
siting, men er eisini eitt krav sambært fyrisitingarlógina. Toll- og skattafyri­
sitingarlógin krevur harafturat, at skattgjaldarin skal hava loyvi til at gera
viðmerkingar og føra prógv fyri sínum sjónarmiðum, tá skattavaldið ætlar at
broyta eina álíkning ella ikki góðtekur sjálvuppgávuna. Í slíkum førum skal
fráboðanin hjá skattavaldinum vera skrivlig (við einum ætlanarbrævi), og í
henni skal verða tilskilað, at skattgjaldarin hevur møguleika at gera við-
merkingar til ætlanina at broyta álíkningina (hoyringarrætt). Hesar ásetingar
um ætlanarskriv og hoyringarrætt eru sambært toll- og skattafyrisitingarlóg­
ina ikki galdandi fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina. Hinvegin eru vanligu
ásetingarnar um hoyring eftir fyrisitingarlógini eisini galdandi fyri Skatta- og
avgjaldskærunevndina
7
.
Málsviðgerðin hjá líkningarvaldinum skal annars vera sambært galdandi fyri-
sitingarrætti- og mannagongd. Tað merkir, at galdandi ásetingar og manna-
gongdir um málsføri, gegni, skylduna til fullkomna upplýsing viðvíkjandi
málinum, tagnarskyldu, líkareglan, grundreglan um valdsreingjan o.s.fr. eru
galdandi fyri virksemið hjá skattamydugleikunum.
7 Sum eisini ásett í kunngerð nr. 25 frá 4. apríl 2005 um starvsskipan fyri Skatta- og avgjaldskærunevnd­
ina.
1...,18,19,20,21,22,23,24,25,26,27 29,30,31,32,33,34,35,36,37,38,...284
Powered by FlippingBook