32
máli, at sambært §§ 8 og 16 í lógini um toll- og skattafyrisiting er ásett, at kæra um
skattseting skal vera kommunalu skattakærunevndini í hendi innan 4 vikur frá tí, at
avgerðin um skattsetingina er móttikin. Landsskattakærunevndin vísti eisini á, at
hóast einki er nevnt í lógini um møguleikarnar fyri at gera undantak, kann kæru
nevnd sambært vanligum fyrisitingarrætti tó gera frávik frá einari kærufreist, um
talan er um serliga umskylduligar umstøður fyri, at kært er ov seint, ella at talan er
um eina skilliga skeiva avgerð.
Í málunum
04-02-021-22, 04-03-31-13 og 04-03-31-21
gjørdi
Skatta- og avgjalds
kærunevndin
undantak frá kærufreistunum til fyrimuns fyri avvarðandi skattaborg
arar, tí hon helt, at talan var um serliga umberandi umstøður. Í málinum
04-02-23-
10
sýtti nevndin fyri at játta Stýrinum hjá Toll- og skattstovuni frávik frá freistini,
hóast kæran var móttikin bara ein dag ov seint. Í teimum fyrr nevndu trimum mál
unum vóru kærurnar móttiknar millum 1 og 5 mánaðir ov seint.
Skattakærunevndin kann taka alla skattsetingina, sum hon er, upp til
viðgerðar, sama hvat kæruevnið er. Í teimum førum, tá ið beinleiðis er ætlað
um inntøku skattgjaldarans, stendur tó tann meting við, ið TAKS hevur
gjørt, uttan so at hann, ið kærir, kemur við upplýsingum og prógvum afturat,
sum gera, at skattakærunevndin av tí verður før fyri sjálv at ætla um málið.
3.3. SKATTA- OG AVGJALDSKÆRUNEVNDIN
Úrskurður skattakærunevndarinnar kann verða kærdur til Skatta- og avgjalds
kærunevndina innan 4 vikur frá tí, at kærarin fekk kunnleika um úrskurð
skattakærunevndarinnar. TAKS kann eisini kæra úrskurðin hjá einari skatta
kærunevnd til Skatta- og avgjaldskærunevndina. Treytin er tó, at Toll- og
Skattaráðið játtar hesum. Eru meira enn 3 mánaðir lidnir, síðan kæran varð
latin inn til skattakærunevndina, kann kæra verða latin Skatta- og avgjalds
kærunevndini, sjálvt um skattakærunevndin ikki hevur gjørt sín úrskurð.
Vert er at geva gætur, at kæra um skattsetingina kann ikki verða skotin inn
fyri Skatta- og avgjaldskærunevndina, um kærandi ikki í rættari tíð hevur
sent kæru til kommunalu skattakærunevndina, uttan so at kært verður um,
at skattskylda ikki fyriliggur, ella at gjørd eru slík formlig mistøk, tá ið álíkn
að hevur verið, at tey kunnu ógilda skattsetingina.
Skatta- og avgjaldskærunevndin kann eins og ein skattakærunevnd taka alla
skattsetingina, sum hon er, upp til viðgerðar, sama hvat kæruevnið er uttan í
teimum førum, tá ið TAKS ella Toll- og Skattaráðið hevur beinleiðis ætlað
um inntøkuna. Í slíkum førum stendur metingin við uttan so, at kærarin
kemurviðupplýsingumogprógvumafturat, soSkatta-ogavgjaldskærunevndin
av hesi orsøk verður før fyri sjálv at ætla um málið.