Føroyskur skattarættur - page 23

23
2. Grundreglur
2.1. INNTØKA AFTURÍMÓTI BRÚKI
Í Føroyum hava vit inntøkuskatt. Grundgevingin fyri inntøkuskatti byggir á
førleikan hjá tí einstaka skattgjaldaranum at rinda skatt. Hetta merkir, at er
førleikin lítil, so skal skatturin eisini vera samsvarandi lítil; og øvugt skal
skatturin vera samsvarandi nógvur, tá førleikin er góður.
Tá førleikin at rinda skatt skal verða gjørdur upp, skulu verða tiknar við bú­
skaparligar gerðir skattgjaldarans og teir møguleikar, hann hevur til slíkt.
Hetta kann vera trupult, tí samfelagið broytist alla tíðina, og er hetta helst
eisini ein orsøk, at lógargrundarlagið undir inntøkuskattinum lutfalsliga ofta
verður broytt ella tillagað tíðarinnar krøvum og tørvi.
Inntøkuhugtakið kann verða lýst fleiri vegir.
Inntøkan kann t.d. verða allýst sum ein afturvendandi streymur av góðum,
sum til ber at brúka. Talan kann vera um arbeiðsinntøkur av einum og hvørj­
um slagi, rentur og annað regluligt avkast av ognum. Uttanfyri falla gávur og
stakar veitingar og vinningur av ognum.
Inntøka kann eisini verða lýst sum samanlagdi nettovøksturin, ið ávirkar bú­
skaparliga førleikan hjá einum persóni. Tað er hesin nettovøkstur, sum gevur
møguleika fyri brúki, uttan at tað minkar ognina. Hetta inntøkuhugtak
fevnir um øll sløg av arbeiðsinntøkum, kapitalvinning, arv og gávur, umframt
virðisvøkstur, sum stavar frá broyttum konjunkturum.
Inntøkan kann eisini verða ásett sum brúkið hjá tí einstaka skattgjaldaran­
um. Funnið verður tá fram til inntøkuna við at leggja aftur at ognarminking­
ina og draga frá ognarvøksturin.
Tað inntøkuhugtak, sum verður brúkt í føroyskum skattarætti, svarar ikki
burturav til nakað av dømunum frammanfyri, men minnir mest um fyrsta
dømið.
1...,13,14,15,16,17,18,19,20,21,22 24,25,26,27,28,29,30,31,32,33,...284
Powered by FlippingBook