Føroyskur skattarættur - page 27

27
3. At umsita skattskylduna
3.1. LÍKNINGARVALDIÐ
Lógin um toll- og skattafyrisiting ásetur, hvussu skattavaldið er skipað. Eftir
lógini tekur TAKS sær av allari skattaálíkning í landinum. TAKS er fyrisitingar-
liga skipað undir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Ovasti líkningarmyndugleiki er Toll- og Skattaráð Føroya, sum landsstýris-
maðurin við skattamálum tilnevnir fyri eitt fýra ára skeið. Í ráðnum eru 5
limir og 5 varalimir. Høvuðsuppgávan hjá Toll- og Skattaráðnum er at leggja
fast tey stevnumið, sum TAKS skal arbeiða eftir á toll-, avgjalds- og skatta­
økinum. Ráðið hevur tó eisini saman við TAKS eftirlit við skattaálíkningini
og ansar eftir, at hon fer fram á rættan og samlíkan hátt og í samsvari við
reglurnar í galdandi lóggávu.
§ 5, stk. 2 í toll- og skattafyrisitingarlógini ásetur, at álíkningin skal vera
gjørd í seinasta lagi 31. oktober árið eftir, at inntøkuárið er úti. Hetta er tó
treytað av, at fullfíggjað sjálvuppgáva er innlatin til ásetta tíð. Hóast hesa
tíðarfreist, kann TAKS gera eina umlíkning aftaná nevndu freist, tá kært
verður um hana ella eftir gjøllari kanning viðvíkjandi skattaálíkningini hjá
einum skattaborgara.
Vanliga er tað skattgjaldarin sjálvur, sum kærir ella tekur stig til kæru um
skattaálíkningina, men annar skattgjaldari kann eisini gera tað við heimild í
§ 10, stk. 2 í lógini um toll- og skattafyrisiting. Tað er tann í § 10, stk. 1 og
2 umrøddi “skattalisti”, sum gevur øðrum enn skattgjaldaranum sjálvum
rætt til at kæra um álíkningina hjá øðrum borgarum. Men kæra um skat-
taálíkningina hjá øðrum skattaborgarum kann einans latast TAKS og t.d.
ikki kommunalu skattakærunevndini.
TAKS hevur skyldu á hvørjum ári 2. yrkadag í november at senda
kommununum “skattalistan” við skattskyldugu inntøkuni hjá hvørjum ein­
støkum skattgjaldara í kommununi. Kommunan skal dagin eftir móttøku
leggja fram “skattalistan” til alment eftirlit í 11 dagar á høgligum staði fyri
íbúgvarnar, eftir at tað frammanundan er kunngjørt, soleiðis sum vanligt er í
kommununi. Listin má ikki verða almannakunngjørdur á annan hátt.
1...,17,18,19,20,21,22,23,24,25,26 28,29,30,31,32,33,34,35,36,37,...284
Powered by FlippingBook