17
1. Keldur
1.1. LÓGIN
Poul Petersen, lic.jur., sáli, skrivar í bókini „Ein Føroysk Bygd“, at skattur er
gamal her á landi. Hvussu hann varð líknaður av fyrstantíð, veit eingin, men
ivaleyst hevur jørðin borið hann ella tað nógva av honum her sum yvirhøvur
frá gamlari tíð. Poul Petersen vísir á, at í Føroyingasøgu verður m.a. sagt, at
tað var Ólavur kongur Halgi (nýggj gransking vísir, at talan var um Ólav
Tryggvason), sum legði skatt á øll londini, sum lógu undir Noregi, uttan Ís-
land, fyrst Orknoyar, Hetland, Føroyar og Grønland. Tað var í árinum 1024,
at hann sendi boð eftir nógvum monnum úr Føroyum sum Gilla løgmanni,
Leivi Øssurssyni, Tróndi í Gøtu og mongum øðrum, men Tróndur settist
aftur fyri sjúku. Føroyingasøga sigur síðan eitt sindur um viðurskiftini við
Noreg, til Leivur Øssursson tók landið í len av Magnusi kongi Góða sum
skattland um 1035.
Í bókini „Føroyar undir fríum handli í 100 ár“ skrivar sami Poul Petersen
m.a., at í kongssøguni Føgurskinnu (1225-1230) verður sagt, at Haraldur
kongur Hárfagri legði nevgjald á um alt landið. Nevgjald er skattur á hvørt
nev ella hvørt høvur í landinum. Tá ið Sigurð Jorsalafari var á síni jorsalferð
1120, skal hann hava lovað at fyriseta tíggjund í Noregi. Men hetta mátti
samtykkjast á tingi, eftirsum kongur hevði ikki lóggávuvald. Um ár 1150
man tíggjundin vera samtykt í Noregi og í Íslandi 1196. Í landslógini eru
greiðar reglur um, at kongur kann ikki økja skattirnar ella leggja nýggjar
skattir á. Lógbókin sigur: Ongar tollir (skattir) skal kongur ella umboðsmenn
hans leggja á … bara skjúts og aðra tegnskyldu eftir lógbókini. Skattareglan í
landslógini var sum grundlóg leingi.
1.1.1. Grundlógin og stýrisskipanarlógin
Aldagamla kravið, at skattir ikki kunnu verða kravdir uttan lógarheimild, er
framvegis galdandi sum aðalkrav í føroyskum skattarætti. Reglan er bæði í
grundlógini (§43) og stýrisskipanarlógini (§ 41). Í stýrisskipanarlógini er
ásett, at „eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur
ella avtikin uttan við løgtingslóg“. Stýrisskipanarlógin setir eisini bann fyri at
krevja slíkar skattir, fyrr enn løgtingsfíggjarlóg ella bráðfeingisfíggjarlóg er
samtykt á løgtingi. Sigast kann tí, at stýrisskipanarlógin krevur bæði, at lóg
skal vera í gildi, sum loyvir at áleggja skattir, umframt at samtykt er (árlig)
fíggjarlóg, sum gevur loyvi at krevja inn slíkar skattir.