Føroyskur skattarættur - page 21

21
til sjóndar, tá Hægstirættur setur til síðis venjur og mannagongdir, tí tær ikki
verða hildnar at hava heimild í lóg
5
.
Eftir lógini um toll- og skattafyrisiting skal Stýrið hjá Toll- og Skattstovu
Føroya, sum nú hevur broytt navn til TAKS, ansa eftir, at álíkningin verður
framd á samlíkan hátt um alt landið. Stýrið kann t.d. broyta eina avgerð hjá
einari økisskrivstovu. Lógin sigur eisini, at Skatta- og avgjaldskærunevndin
kann broyta avgerðir hjá TAKS. Av hesum sæst, at avgerðir hjá einum oman-
fyriliggjandi myndugleika eru bindandi fyri ein undirliggjandi myndugleika
og tí meira eftirfarandi.
5 Sí notuna frammanfyri. Í fráboðanini hjá skattamálaráðnum eru dømi um slíkar avgerðir hjá Hægsta-
rætti.
1...,11,12,13,14,15,16,17,18,19,20 22,23,24,25,26,27,28,29,30,31,...284
Powered by FlippingBook