Føroyskur skattarættur - page 24

24
2.2. STÍGANDI ELLA LUTFALSLIG SKATTAÁSETING
Ein avleiðing av grundregluni, at skattur skal verða álagdur sambært førleik­
anum hjá tí einstaka at rinda skatt, er at brúka stígandi skattaáseting. Hetta
merkir, at skattur hækkar lutfalsliga, tá ið inntøkan veksur. Lægri parturin
av einari inntøku verður so statt hóvligari skattaður enn tann hægri partu-
rin. Eyðkenni fyri stígandi skattaásetingina er „marginalskatturin“, sum er
tað skattaprosentið, ið verður roknað av síðst innvunnu krónuni.
Grundgevingin fyri grundregluni um stígandi skattaáseting er, at „breiðastu
herðarnir skulu bera tyngstu byrðarnar“. Nyttuvirðið av hægra inntøkupart­
inum er so statt dalandi. Tað verður sagt, at einans við stígandi skattaáseting
letur seg gera at býta skattabyrðuna, so hon vigar við nøkulunda somu lut­
falsligu tyngd hjá skattaborgarunum. Av hesum sæst, at grundgevingin er
politisk-sálarfrøðilig heldur enn skattafaklig.
Ivasamt er tí, um allir skattgjaldarar við stórum inntøkum taka undir við
sjónarmiðunum um nyttuvirðið. Tað skerst ikki burtur, at ein munadygg
skatting av hesum slag fremur ikki hugin hjá øllum at økja inntøkurnar.
Ein onnur grundregla um skattaáseting er lutfalslig skattaáseting, sum hevur
við sær, at sama skattaprosent verður roknað av somu inntøku, hvussu inn-
tøkan enn er. Henda skattaáseting er galdandi fyri partafeløg og eisini tá ið
rentuinntøkur og annar meinlíkur kapitalvinningur verður skattaður.
2.3. SAMTÍÐARSKATTING
Samtíðarskattur merkir, at skatturin verður goldin, samstundis sum inntøkan
verður goldin skattgjaldaranum. Samtíðarskattur fyri einstaklingar varð sett­
ur í verk í Føroyum 1. apríl 1984, tá skattalógin varð sett í gildi. Vinnufeløg,
deyðsbúgv og aðrir løgfrøðiligir persónar rinda framvegis skatt eftir gomlu
skipanini, sum er tann, at skatturin verður roknaður av skattskyldugu inn-
tøkuni í skattaárinum, sum farið er.
Skattaárið fyri einstaklingar er vanliga álmanakkaárið. Vinnufeløg og aðrir
løgfrøðiligir persónar hava frælsið sjálvir at áseta roknskaparárið, ið er tað
sama sum skattaárið.
2.4. SAMSKATTING
Eftir grundregluni um førleikan at rinda skatt hevur verið galdandi regla at
1...,14,15,16,17,18,19,20,21,22,23 25,26,27,28,29,30,31,32,33,34,...284
Powered by FlippingBook