Føroyskur skattarættur - page 29

29
Nevndu krøv eru eisini galdandi fyri kærunevndirnar
8
, tá tær, sum umrøtt
frammanfyri, eru partur av skattaumsitingini og ikki partur av dómsvald­
inum.
3.1.3. Uppafturtøka av álíkning og tíðarfreistir
TAKS kann altíð taka skattaálíkningina hjá einum borgara upp aftur, tá tað
heldur hetta vera neyðugt ella tá ein slík ikki er gjørd áður.
Toll- og Skattaráðið hevur eisini møguleika fyri at taka uppaftur ella broyta
álíkningar hjá TAKS, men skal tá altíð fyrst biðja um tilmæli frá TAKS.
Broytingar, sum líkningarvaldið vil fremja, kunnu sum meginregla tó ikki
verða gjørdar seinni enn 3 ár eftir tað, at skattaárið gekk út
9
.
3.1.4. Bindandi svar
Øll kunnu frá TAKS fáa bindandi svar upp á spurning um, hvørjar skattligar
avleiðingar fyri spyrjaran eru av eini gerð, sum spyrjarin hevur framt ella
ætlar at fremja. Somuleiðis kann ein annar (eitt nú advokatur, grannskoðari
ella annar ráðgevari) vegna ein skattskyldugan frá TAKS fáa bindandi svar
upp á spurning um, hvørjar skattligar avleiðingar ein gerð, sum tann skatt­
skyldugi hevur framt ella ætlar at fremja. Talan skal vera um mál, sum TAKS
hevur heimild til at avgera, og at spurningurin ikki viðvíkur loyvi ella
undantaksloyvi viðvíkjandi ætlaðari gerð.
TAKS skal tó leggja umbønir um bindandi svar fyri Toll- og skattaráðið, um
1) Svarið kann fáa avleiðingar fyri fleiri skattgjaldarar.
2) Svarið snýr seg um stór fíggjarlig virði.
3) Svarið viðvíkur tulking av nýggjari lóggávu.
4) Almenningurin hevur ella væntast at fáa stóran áhuga fyri málinum.
8 Í avgerð frá
3.02.2000 (j. nr. 99S02-0008)
avgjørdi
landsskattakærunevndin
t.d. at
heimvísa
málið til
nýggja viðgerð hjá kommunalu skattakærunevndini av manglandi partshoyring, og í avgerð frá
13.05.2004 (mál nr. 04-02-021-23)
tók
skatta- og avgjaldskærunevndin
avgerð um at
heimvísa
málið
til kommunalu skattakærunevndina, tí viðmerkingarfreist kærarans ikki var farin, tá nevndin tók
avgerð.
9 3-ára freistin er ásett í § 25a í toll- og skattafyristingarlógini og fekk gildi fyri álíkning av inntøkuár­
inum 2003 og árini eftir. Frammanundan var galdandi ein styttri 2-ára freist hjá skattavaldinum at
hækka skattskyldugu inntøkuna sambært meting. Freistin byrjaði frá endanum á tí inntøkuári, sum
hækkingin viðvíkti. § 25b í toll- og skattafyrisitingarlógini ásetur, nær uppafturtøka av álíkningum er
møgulig. Eitt dømi um hetta sæst í avgerð hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini frá 18. juni 2008 (mál
nr. 08-02-23-28).
1...,19,20,21,22,23,24,25,26,27,28 30,31,32,33,34,35,36,37,38,39,...284
Powered by FlippingBook