38
Niðurstøðan
hjá Landsskattanevndini var tí, at hann hevði avmarkaða skattskyldu til
Føroya eftir § 2 í skattalógini.
Í
avgerð frá 09.11.1999 hjá Landsskattakærunevndini (j. nr. 99S01-0027)
var til
viðgerðar kæra um álíkningina fyri 1997 frá skattgjaldara, sum flutti úr Danmark til
Føroya 17.08.97.
Kommunala skattakærunevndin
lýsir málið soleiðis:
„Í kæruni føra tygum fram, at fyrst fingu tygum 10.800 kr. útgoldnar í avlopsskatti,
og blivu síðan kravd eftir írestandi skatti 11.480 kr. Hetta meta tygum er skeiv
mannagongd.
Toll- og Skattstova Føroya (T&S) førir fram, at tygum fyrst hava fingið eina
„automatiska sjálvuppgávu“, har tygum fáa 10.800 kr. í avlopsskatti. Síðan senda
tygum eina „einfalda sjálvuppgávu“ inn, har tygum seta lønarinntøkuna til
128.566,31 kr. Hetta tal metir T&S eigur at vera 62.375 kr. Tygum seta skatt
goldnan í útlandinum til 41.459 kr., sum T&S setir til 23.961 kr.
Eftir áheitan viðgerð T&S skattamál tygara av nýggjum og boðar frá hesum í brævi
frá 11.11.98
Skattakærunevndin metir, at málið snýr seg um tvískatting. Tygum fáa fyrst útgoldið
avlopsskatt 10.800 kr. Síðan senda tygum sjálvuppgávuna inn, og við henni sum
grundgeving fáa tygum írestandi skatt 11.480 kr.
Við brævi frá 19.11.98 broytir T&S skattskyldugu inntøkuna úr 128.566 kr. til
62.375 kr. Henda broyting rættar tann skeivleika, sum er ímillum lønarinntøkuna í
Føroyum og í útlandinum.
Skattakærunevndin staðfestir, at eftir grein 22 í tvískattasáttmálanum skal útgoldin
peningur úr Danmark skattast í Føroyum frá tí degi, viðkomandi er fluttur heim,
meðan peningur vunnin í Danmark, meðan tygum uppihalda tygum í Danmark,
skal skattast í Danmark. Skattakærunevndin staðfestir so statt broytingarnar hjá
T&S sambært brævinum frá 19.11.98.“
Landsskattakærunevndin
staðfesti, at lagt var uppfyri ásetingina í grein 22 í
norðurlendska tvískattasáttmálanum, og tók undir við, at álíkningin var framd
sambært galdandi skattalóggávu, og gjørdi tí av at
staðfesta
avgerðina hjá kommunalu
skattakærunevndini.
4.1.1.1.2. Flyting úr Føroyum
Umrøtt er frammanfyri, at fyri
at stovna
fulla skattskyldu til Føroya í sambandi
við flyting til Føroya krevst, at einstaklingurin bæði hevur bústað tøkan í