Føroyskur skattarættur - page 43

43
málið er lýst av kæraranum og T&S, viðførir adressubroytingin hjá kæraranum í
november í 1994 og tær seinni adressubroytingarnar í 1995 og í 1996 ikki nakra
munandi broyting í hesum viðurskiftum, av tí at kærarin, hóast arbeiði uttanlands,
framhaldandi hevði fastan bústað tøkan á adressuni hjá sambúgva sínum og børnum
teirra, har hann uppihelt sær, tá ið hann hevði frí úr starvi sínum.
Landsskattakærunevndin helt eisini, at tilknýtið til Danmarkar í sama tíðarskeiði ikki
hevði við sær, at fulla skattskyldan fall burtur eftir § 1, stk. 1, nr. 2 í skattalógini.
Landsskattakærunevndin helt, at kærarin framhaldandi hevði fastan bústað í Før­
oyum eftir ásetingini í § 1, stk. 1, nr. 1 í skattalógini.
Í avgerð frá
09.11.99 (j. nr. 99S01-0025)
hjá
Landsskattakærunevndini
var til
viðgerðar kæra frá skattgjaldara um, at Toll- og Skattstovan (T&S) hevði mett hann
sum fult skattskyldugan til Føroya í 1997, hóast hann hetta árið fyri tað mesta ar-
beiddi í Grønlandi og hevði rindað skatt har. T&S vísti á, at hann enn hevði „bú­
stað“ í Føroyum, at tilknýtið til Føroya ikki var broytt vegna arbeiðið í Grønlandi, at
arbeiðið í Grønlandi bara var fyribils, og at kærarin fekk lutfalsligan frádrátt í før­
oyska skattinum fyri tann skatt, hann hevði rindað í Grønlandi. Kommunala skatta­
kærunevndin hevði staðfest avgerðina hjá T&S, og Landsskattakærunevndin stað­
festi avgerðina hjá kommunalu skattakærunevndini.
Kærarin
upplýsti í kæruni,
at
hann flutti til Grønlands í mars í 1997, har hann búði í 15-16 mánaðir,
at
hann í hesum tíðarskeiði bara var 2 dagar í Føroyum í arbeiðsørindum,
at
ta tíðina, hann var í Grønlandi, var konan í Danmark uttan 3 vikur, tá hon var í
Grønlandi,
at
hann hevði eini hús í Føroyum og eini í Danmark, har hann heldur til 5-6 mán­
aðir um árið og eisini rindar lutvísan skatt í Danmark,
at
ikki er lætt at siga, hvar lívsáhugamál hansara eru.
Á hesum grundarlagi ger kærarin í fyrsta lagi
galdandi
, at hann ikki er skattskyldugur
í Føroyum í 1997 og í øðrum lagi, um komið verður til, at hann er skattskyldugur í
Føroyum, at inntøka hansara úr Grønlandi ikki eigur at verða skattað í Føroyum.
T
&
S
vísti á, at kærarin yvir fyri skattavaldinum skrivliga hevur upplýst, at hann var
í Grønlandi í tíðarskeiðinum 17.03.97 til 08.06.97 og frá 04.08.97 til 30.10.97, og
at inntøka hansara í Grønlandi í 1997 var 237.466 kr., sum hann hevði rindað
94.978 kr. í skatti av í Grønlandi.
T&S segði, at hon samsvarandi tí, at kærarin í 1997 hevði fulla skattskyldu til Før­
oya eftir ásetingini í § 1, stk. 1, nr. 1 í skattalógini, hevði íroknað inntøkuna úr
Grønlandi í álíkningina, soleiðis at kærarin hevur fingið uttanlandsfrádrátt eftir §
33, nr. 12 í skattalógini og frádrátt fyri goldnan skatt í Grønlandi eftir ásetingini í §
154 í skattalógini.
1...,33,34,35,36,37,38,39,40,41,42 44,45,46,47,48,49,50,51,52,53,...284
Powered by FlippingBook