53
skattskyldu til Føroya, og at avvarðandi
manning
hevur fulla ella avmarkaða
skattskyldu til Føroya.
Treytir annars, fyri at reiðari kann fáa afturbering, eru, at hýran skal verða
goldin inn til eitt avrokningarstað, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent,
og at avsláttur ikki er givin av hýruni í føroyska skattinum.
Danmark og Føroyar hava við gildi fyri inntøkuskatt, sum er álíknaður fyri skattaár,
ið byrja 1. januar í 2005 ella seinni avtalað
ískoyti
til norðurlendska tvískattasátt-
málan, so manningarhýrur við føroyskum skipum, skrásett í FAS ella donskum skip
um, skrásett í DIS, bara kunnu verða skattaðar í tí partinum av ríkinum, har skipið
hevur tjóðarprógv. Í verki merkir hetta, at danir við skipum, sum eru skrásett í FAS,
bara kunnu verða skattaðir í Føroyum og at føroyingar við skipum, sum eru skrásett
í DIS, bara kunnu verða skattaðir í Danmark.
4.1.4. Skattskylda eftir kolvetnisskattalógini
Einstaklingur ella løgfrøðiligur persónur, sum hevur inntøku av virksemi á
føroyskum øki, ið hevur við forkanning, leiting og framleiðslu av kolvetnum
umframt av virksemi knýtt at tí at gera (avleidda inntøku), hevur skattskyldu
til Føroya eftir kolvetnisskattalógini. Kolvetnisskattalógin víðkar í hesum føri
persónbundnu skattskylduna.
Einstaklingur ella løgfrøðiligur persónur, sum hevur „avleiddar inntøkur“ av
kolvetnisvirksemi, kann eisini vera skattskyldugur eftir §§ 1 og 2 í skattalóg
ini. Fyri slíkan persón er ikki talan um víðkaða skattskyldu. Fyri hann galda
ásetingarnar í vanligu skattalóggávuni.
Skattskyldan eftir kolvetnisskattalógini
tekur við frá fyrsta degi. Men skyldan
at rinda skatt í Føroyum av hesum virksemi kann vera avtikin fult ella fyri ein
part í tvískattasáttmála
. Tí hava ásetingar í tvískattasáttmálum, sum avráddir
eru við annað land/onnur lond, vanliga stóran praktiskan týdning fyri skyld
una at rinda skatt í Føroyum av virksemi í sambandi við kolvetnisvinnu á
føroyskum øki.
Eitt tíðarskeið var eingin tvískattasáttmáli í gildi millum Bretland og Føroyar.
Av tí at ein stórur partur av teimum einstaklingum og virkjum, sum høvdu
skattskyldu til Føroya eftir kolvetnisskattalógini, júst høvdu skattligan heim
stað í Bretlandi, komu teir undir skattskyldu til Føroya eftir kolvetnisskatta
lógini frá fyrsta degi. Eftir sáttmálanum millum Føroyar í øðrum partinum
leiðslan skuldi hava høvuðssæti í Føroyum. Spurningurin um at hava høvuðssæti í Føroyum var til
viðgerðar í kærumáli hjá
Skatta- og avgjaldskærunevndini 30. mars 2003, j. nr. 03-02-F023-001.