Føroyskur skattarættur - page 60

60
avgerð, at ein persónur ikki hevur fulla skattskyldu til Føroya, merkir tí ikki,
hann hevur avmarkaða skattskyldu til Føroya.
§ 2 í skattalógini ásetur, at avmarkaða skattskyldu til Føroya hevur
hvør
per­
sónur (einstaklingur), og
hvørt
felag o.a. (løgfrøðiligur persónur), sum ikki
hevur fulla skattskyldu til Føroya, og deyðsbúgv undir skiftisviðgerð
uttanlands, í tann mun teir her nevndu einstaklingar og løgfrøðiligu persónar
hava tær inntøkur, sum § 2 ítøkiliga ásetur undir
stk. 1,
litra a) – l).
Einans tær inntøkur, sum tilskilaðar eru undir litra a) – l) í § 2
stk. 1,
í skattalóg­
ini kunnu so statt elva til avmarkaða skattskyldu hjá teimum einstaklingum og
løgfrøðiligu persónum, sum nevndir eru í § 1,
stk. 1,
nr. 1) – 17) í skattalógini
umframt deyðsbúgv, sum eru undir skiftisviðgerð uttanlands.
Kapitalvinningsskattalógin, sum fekk gildi frá 16. november í 2001, ásetur,
at skattskylda áliggur øllum einstaklingum, løgfrøðiligum persónum, írokn­
að deyðsbúgvum undir skiftiviðgerð uttanlands, í tann mun hesi nevndu
skattasubjekt ella nevndu inntøkur eftir §§ 1 og 2 í skattalógini eru undir
ávikavist fullari ella avmarkaðari skattskyldug. Kapitalvinningsskattalógini
víðkar so statt ikki fullu ella avmarkaðu skattskylduna eftir skattalógini, men
hevur ta broyting við sær í mun til áður galdandi virðisbrævaskattalóg, at tær
inntøkur, sum eru undir avmarkaðari skattskyldu eftir § 2 í skattalógini,
eisini skulu rinda skatt, tey prosent av skattskyldugu inntøkuni, sum ásett er
í kapitalvinningsskattalógini. Í verki merkir hetta einans, at vinningsbýti ella
avhendingarupphæddir eftir § 5 í kapitalvinningsskattalógini, sum er undir
avmarkaðari skattskyldu eftir § 2, stk. 1, litra g í skattalógini, frameftir verður
skattað eftir kapitalvinningsskattalógini. Harafturat kann hugsast, at rentu­
inntøkur, sum partur av inntøkuni frá føstum rakstrarstaði eftir § 2, stk. 1,
litra d í skattalógini, koma undir kapitalvinningsskattalógina.
Mint kann her verða á, at við kolvetnisskattalógini varð sett í verk ein víðkað
skattskylda fyri bæði einstaklingar og løgfrøðiligar persónar, sum hvørki hava
fulla ella avmarkaða skattskyldu til Føroya.
Tær inntøkur, sum eftir § 2 í skattalógini kunnu stovna avmarkaða skatt-
skyldu, eru hesar:
4.2.1. Lønir eftir § 2, stk. 1, litra a í skattalógini
Talan er um vanligar lønarinntøkur. Fyri at hesar inntøkur skulu kunna
stovna avmarkaða skattskyldu, skulu tríggjar treytir verða loknar. Fyrsta
treytin er, at talan er um eina arbeiðsinntøku (A-inntøku). Onnur treytin er,
1...,50,51,52,53,54,55,56,57,58,59 61,62,63,64,65,66,67,68,69,70,...284
Powered by FlippingBook