Føroyskur skattarættur - page 56

56
peninginum og onnur feløg, har „ikki allir felagsmenn ábyrgdast persónliga
fyri skuldbindingar felagsins“, sum skrivað stendur í lógarásetingini. Sipað er
her til samløgu(íognar)feløg (kommanditselskaber), sum vanliga eru skipað
við einum ábyrgum íognara (komplementari) og einum ella fleiri óábyrgum
íognarum (kommanditistum), har einans tann, ið fyrst er nevndur ábyrdist
persónliga fyri skuldbindingum felagsins.
Einans samløgu(íognar)feløg, sum eru stovnað 20. apríl í 1972 ella seinni
koma undir fulla skattskyldu eftir hesi áseting. Orsøkin er tann, at fyri
nevnda dag vóru samløgu(íognar)feløg ikki sjálvstøðug skattasubjekt, so eig­
ararnir (luttakararnir) í samløgu(íognar)feløgum, sum eru stovnað fyri 20.
apríl í 1972, verða skattaðir hvør í sínum lag av rakstrarúrslitinum hjá felags­
skapinum í mun til teirra luttøku, eins og eigarar (luttakarar) í íognarfeløgum
og samútgerðarfeløgum (partsreiðaríum) gera.
Treytin fyri, at hesi feløgini koma undir fulla skattskyldu til Føroya er, at tey
eru skrásett í Føroyum,
ella
um veruliga leiðslan hevur sæti í Føroyum, hóast
tey ikki eru skrásett í Føroyum.
4.1.5.3. Onnur feløg, samtøk, sum skattliga verða viðgjørd sum løgfrøð­
iligir persónar, og stovnar, sum hava fulla skattskyldu til Føroya, eru:
• Tryggingarfeløg, vinnurekandi grunnar, Framtaksgrunnur Føroya og
Fíggingargrunnurin frá 1992,
• Fastognalánsfeløg, útlánsfeløg og onnur veðlánsfeløg, eins og sparikassar
og lánsgrunnar, har einans stovnarar ella ábyrgdarmenn eiga lut í
avlopinum,
• Keypsamtøkur,
• Framleiðslu- og sølufeløg,
• Keypsfeløg,
• Onnur feløg, felagsskapir, legat og aðrar stovnanir í tann mun, tey
hava inntøku av vinnu,
• Íløgufeløg,
• Sparikassar, ið hava fastan rakstrarstað í Føroyum,
• Føroya Realkreditstovnur og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar.
Oman fyri nevndu feløg, samtøk, sum skattliga verða viðgjørd sum løgfrøði­
ligir persónar, og stovnar, eru tilskilað í § 1,
stk. 1,
nr. 9) – 17) í skattalógini.
Ásett er ikki í § 1 í skattalógini, at hesir aðrir nevndu løgfrøðiligu persónar
skulu vera skrásettir í Føroyum, ella at teir skulu hava heimstað í Føroyum
fyri at koma undir fulla skattskyldu til Føroya.
1...,46,47,48,49,50,51,52,53,54,55 57,58,59,60,61,62,63,64,65,66,...284
Powered by FlippingBook