55
Fulla skattskyldan hjá teimum løgfrøðiligu persónunum fevnir um virksemi
hjá slíkum persónum. At skatta løgfrøðiliga persónin fer fram eftir ásetingun
um um skatt av vinningsbýti, sum løgfrøðiligi persónurin rindar, og áseting
unum um skatt av vinningi av at avhenda partabrøv o.a.
4.1.5.1. Deyðsbúgv, sum verða skift í Føroyum
Eftir § 1,
stk. 1,
nr. 7) í skattalógini hava deyðsbúgv, sum verða tikin til
skiftisviðgerðar í Føroyum, fulla skattskyldu til Føroya.
Føroysk skattalóggáva hevur ikki neyvar ásetingar um, nær deyðsbúgv skulu
verða skift í Føroyum. Slíkar ásetingar standa í skiftilógini.
§ 11 í skattalógini ásetur, at skattskyldan fellur burtur frá tí degi, ein skatt
gjaldari doyr. Doyr giftur persónur, og ger eftirsitandi hjúnafelagin av í
beinleiðis sambandi við andlátið at sita í óskiftum búgvi við felagsbúnum,
verður eftirsitandi hjúnafelagin settur í skatt av allari inntøku hjúnanna í tí
inntøkuári, andlátið var, og kemur skattliga fult og heilt í stað hins deyða
24
. Í
øllum øðrum førum kemur til sjóndar eitt sjálvstøðugt skattasubjekt, eitt
deyðsbúgv. Verður búgvið skift í Føroyum, hevur tað sum nevnt fulla
skattskyldu til Føroya.
Eftir § 6 í ásetingarlógini skulu deyðsbúgv undir fullari ella avmarkaðari
skattskyldu rinda 40% í skatti av skattskyldugu inntøkuni. Verður búgvið
skift beinleiðis í sambandi við andlátið, og endalig búsuppgerð verður gjørd
og latin líkningarvaldinum innan 15 mánaðir eftir andlátið, fær búgvið ein
frádrátt upp á 25.000 kr. í skattskyldugu inntøkuni, áðrenn skattur verður
roknaður.
4.1.5.2. Partafeløg og onnur feløg, skrásett í Føroyum
Høvuðsbólkurin av feløgum, sum hava skattskyldu, eru tey vinnufeløgini,
sum hava sum endamál júst at reka vinnuligt virksemi, sum skal geva eigar
unum peningaligt avkast. Endamálið við skattskylduni er tó, at felagið skal
rinda samfelagnum ein part av avlopinum í skatti, áðrenn eigararnir kunnu
fáa tað, sum eftir er ella part av tí, sum eftir er, lutað út sum vinningsbýti.
Undir hesa áseting í skattalógini (§ 1,
stk. 1,
nr.8) koma partafeløg og smá
partafeløg, hvørs skuldbindingarligu eyðkenni eru, at eigararnir ikki ábyrgd
ast persónliga fyri fíggjarligu skyldur felagsins við meira enn innskotna
24 Gjørd verður tó ein álíkning av inntøkuni hjá tí deyða og ein av inntøkuni hjá tí eftirsitandi hjúnafelag
inum fyri inntøkuárið, andlátið var.