51
1988 varð skattalógin broytt, so nýtt stk. 3 varð sett inn í § 154 við hesi orðing:
„Hevur persónur, sum er skattskyldugur eftir § 1 í hesi lóg, fingið løn fyri tænastu umborð
á einum donskum skipi, ið er skrásett í DIS, lækkar samlaði inntøkuskattur hansara við
tí upphædd, sum lutfalsliga fellur á hesa lønarinntøku.“
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at tann hýran, sum sjómenn fáa út
goldna, er „nettohýran“, og fyri at líkastilla allar sjómenn við donskum skipum, er
neyðugt við lógarbroyting í okkara skattalóg, sum førir við sær, at skattur av „netto-
hýru“, sum føroyskir sjómenn undir skattskyldu í Føroyum hava fingið við donskum
skipum undir DIS, verður lækkaður ta upphædd, sum skuldi verið roknað av hesi
„nettoløn“.
Føroyskir sjómenn bæði við vanliga skrásettum donskum skipum og við donskum
skipum skrásettum í DIS eru undir fullari skattskyldu í Føroyum. Sum tað gongur
fram bæði av lógartekstinum og viðmerkingunum, so eru føroyingar, ið eru undir
DIS-skipanini, fevndir av § 1 í skattalógini, t.e. fult skattskyldugir, tá teir hava bú-
-stað í Føroyum. Lógarbroytingin sjálv ger tað, at allur inntøkuskattur hansara
verður lækkaður ta upphædd, sum lutfalsliga fellur á hesa lønarinntøku.
Kærarin hevði í inntøkuárinum 1992 inntøku á landi upp á 226.628 kr. og frá DIS
139.253 kr. Hann fekk avsláttur í skattaútrokningini 66.683,35 kr., ið var miðal-
skattaprosentið av allari inntøkuni.
Í § 15, stk. 3 í tvískattasáttmálanum millum norðurlond frá 12. september 1989 er
ásett:
„uttan mun til reglurnar frammanfyri í hesi grein, kann samsýning fyri starv int
umborð á a) donskum, føroyskum, finskum, íslendskum, norskum ella svenskum skipi
bara verða skattað í tí sáttmálabundna ríkinum, skipið hevur tjóðarbræv … “
Í § 25 í sama sáttmála er ásett:
„2. Føroyar:
c) Um so er, at persónur heimahoyrandi í Føroyum, fær inntøku frá einum øðrum sátt
málabundnum ríki fyri persónligar tænastur, sum umrøddar í § 15 ella § 21, stk. 7, og
sum sambært hesum greinum kann verða skattað í hinum ríkinum, kunnu Føroyar
írokna hesa inntøku í skattagrundarlagið, men skulu í føroyska skattinum av hesi inn-
tøku draga frá tann partin av inntøkuskattinum, ið verður goldin av tí inntøku, sum
stavar frá hinum ríkinum.“
Hetta merkir, at tá ið skattskylduga inntøkan skal verða gjørd upp, skal inntøka, ið stavar
frá – í hesum føri donskum skipi – verða tikin við í skattskyldugu inntøkuna í Føroyum.
Avleiðingin er, at kærarin kemur í hægri
inntøkubólk, og verður skatturin av inntøku í
Føroyum lutfalsliga hægri. Tó uttan at talan er um, at sama inntøka er tvískattað.
Av tí at bæði ásetingarnar í skattalógini og í norðurlendska tvískattasáttmálanum eru
fylgdar, mælti líkningarvaldið til at staðfesta álíkningina fyri 1992.
Landsskattanevndin
samtykti at staðfesta álíkningina fyri 1992.