Føroyskur skattarættur - page 48

48
gjøllari vegleiðing var givin um við rundskrivi líkningarráðsins nr. 2 frá 1. september
í 1986. Advokaturin greiddi frá, at tað var uppfatanin hjá reiðarínum, at tá ið reiðarí­
ið yvirtók skipið, høvdu útlendingarnir verið við so leingi, at teir ikki skulu gjalda
skatt í Føroyum sambært skattalógini og nevnda rundskrivi, og varð tí skattur
ongantíð afturhildin í sambandi við lønarútgjalding til útlendingarnar.
Samstundis sum FAS-skipanin kom í gildi í Føroyum, varð skattalógin broytt (løg-
tingslóg nr. 77 frá 10. mars í 1992). Henda lógarbroyting kom í gildi 3. juni í 1992.
Sambært hesi broyting varð eitt ískoyti gjørt í § 2 í skattalógini, sum „nýtt litra j“,
sum ásetur, at A-inntøka, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett við heim­
staði í Føroyum, kom undir avmarkaða skattskyldu og skuldi so statt skattast við
42%.
Reiðaríið var ikki varugt við hesa broyting í skattalógini og helt seg framvegis til
rundskriv nr. 2 frá 1. september í 1986. Tað hevði ikki fingið boð, at nevnda rund­
skriv var sett úr gildi, og víst varð á, at rundskrivið var við í skattalógarsavninum frá
1993 á s. 254, t.e. eitt ár eftir tað, at skattalógarbroytingin var kunngjørd.
Toll- og Skattstovan (T&S) boðaði reiðarínum skrivliga frá, at útlendingarnir við
skipinum skuldu setast í skatt eftir § 2, stk. 1, litra j) í skattalógini frá 4. juni í 1992
at rokna. Advokaturin vísti á, at tá ið skattalógarbroytingin kom í gildi 3. juni í 1992
varð einki rundskriv ella onnur vegleiðing send runt til reiðaríini. Partafelagið fekk í
øllum førum eingi onnur boð enn tey, sum vóru givin við rundskrivinum frá 1. sep-
tember í 1986. Hevði reiðaríið vitað um skattalógarbroytingarnar, hevði borið til at
fingið skipið skrásett í FAS-skipanini longu í juni í 1992.
T
&
S viðmerkti í hoyringarsvarinum
, at § 1, stk. 1, nr. 6) í skattalógini varð broytt í
1992, tá ið FAS-skipanin kom í gildi. Sambært viðmerkingunum til lógarbroyting­
ina varð tað hildið óhóskandi og óvanligt, at persónur, sum ikki hevði persónligt
tilknýti til landið, kundi koma undir fulla skattskyldu.
§ 1, stk. 1, nr. 6) ásetti, at persónur, sum var við føroyskum skipi, og sum hevði verið
fult skattskyldugur til Føroya eftir ásetingunum um bústað í Føroyum og dvøl í Før­
oyum, var undir fullari skattskyldu. Persónur, sum ikki er undir fullari skattskyldu,
men hevur fíggjarligt tilknýti til Føroya, er undir avmarkaðari skattskyldu av tí inn-
tøku, viðkomandi fær úr Føroyum.
Tað ber ikki til at sleppa skattskylduni hjá einum persóni við avmarkaðari skattskyldu.
Teir eru (vanliga) undir fullari skattskyldu í øðrum landi. Eru teir undir avmarkaðari
skattskyldu til t.d. Føroya, er tað júst tí, at teir (bara) hava fíggjarligt tilknýti til land­
ið, men ikki persónligt tilknýti.
Ásetingin í § 1, stk. 1, nr. 6) er bara týdningarmikil fyri ta fullu skattskylduna og
ávirkar ikki spurningin um avmarkaða skattskyldu eftir § 2. Hetta er eisini í sam
1...,38,39,40,41,42,43,44,45,46,47 49,50,51,52,53,54,55,56,57,58,...284
Powered by FlippingBook