Føroyskur skattarættur - page 40

40
meta um, hann við flytingini í roynd og veru hevur víst, at hann hevur slept
bústaðinum (bústaði og tilhaldi) í Føroyum og er vorðin búsettur í land­
inum, hann er fluttur til. Tað er tó ivaleyst týdningarmikið fyri úrslitið av
hesi meting, um summarhúsini kunnu verða brúkt sum bústaður alt árið,
ella bara um summarið. Er nýtsla einans møgulig um summarið, talar hetta
fyri, at bústaðurin í Føroyum er sleptur, men møguleiki fyri heilársnýtslu tal­
ar fyri, at bústaðurin er varðveittur.
Eitt annað dømi er einstaklingur, sum flytur úr Føroyum í annað land at
búgva, men hvørs foreldur syrgja fyri at halda kamarið tøkt hjá honum at
ráða yvir til eina og hvørja tíð. Her er eisini neyðugt at gera eina heildarmet­
ing av støðuni hjá einstaklinginum heldur enn hjá foreldrunum. Vísir
heildarmetingin av einstaklinginum, at hann við flytingini í verki hevur víst,
at hann hevur slept sínum bústaði í Føroyum, eigur tað ikki at hava ávirkan
á hansara skattskyldu til Føroya, hvussu foreldrini hava lagt til rættis teirra
bústaðarviðurskifti.
Niðanfyri eru endurgivnar tríggjar avgerðir hjá Landsskattanevndini/Lands­
skattakærunevndini um persónbundnu skattskylduna í sambandi við flyting
úr Føroyum:
Í
máli nr. 3/1995 hjá Landsskattanevndini
varð avgerð tikin um kæru frá advokati
fyri skattgjaldara, at ein økisskrivstova hjá Toll- og Skattstovu Føroya (T&S) ikki
vildi sleppa fullu skattskylduni hjá skattgjaldara, sum hann segði vera fluttan til
Panama at búgva.
Advokaturin upplýsti í kæruni, at skattgjaldarin hevði bústað í Panama og sigldi við
panamanskum skipi og hevði so statt einki annað við Føroyar at gera enn at uppi­
halda sær her av og á. Hann upplýsti eisini, at skattgjaldarin hevði átt hús í Føroyum,
men av hesi orsøk helt advokaturin ikki, at ein átti at verið skattaður.
T
&
S skrivar í sínum hoyringssvari
, at skattgjaldarin ikki hevur prógvað, at hann er
settur í skatt í Panama, hóast áheitan um hetta. Heldur ikki hevur hann latið lønar-
seðil inn, sum kann prógva, hvat hann hevur vunnið av peningi í Panama, men bara
upplýst eina mánaðarliga upphædd, sum er faldað við 12 til eina ársinntøku. Hetta
hevur líkningarvaldið higartil ikki góðtikið sum prógv og er tað ein orsøk, at
líkningarvaldið ikki hevur viljað slept honum undan skattskyldu.
T&S greiðir frá, at skattgjaldarin hevur átt og eigur framvegis hús á bygd í Føroyum.
Sambært ognaruppgerð fyri 1992 hevur skattgjaldarin selt ávísa fasta ogn og keypt
aðra ávísa fasta ogn í Føroyum. Í keyptu ognini býr kvinnan, skattgjaldarin livir sam­
an við og tvey børn teirra. Tann 03.04.1992 broytti skattgjaldarin adressu til stað í
1...,30,31,32,33,34,35,36,37,38,39 41,42,43,44,45,46,47,48,49,50,...284
Powered by FlippingBook