31
hesin hevur tamarhald á, tí eisini í hesum førinum kann svarið hava skattligar
avleiðingar fyri allar partar.
Bindandi svar verður einans veitt móti gjaldi, sum skal rindast samstundis,
sum umbønin verður latin skattavaldinum, í løtuni 2.100 kr. fyri ein, sum
sjálvur spyr og 10.500 kr. fyri ein, sum spyr fyri onnur. Tekur viðgerðin meira
enn 40 arbeiðstímar, skulu 350 kr. rindast afturat fyri hvønn byrjaðan
arbeiðstíma.Vísir skattavaldið umbønini aftur, verður gjaldið endurgoldið.
Gjaldið verður ikki afturgoldið, um spyrjarin tekur umbønina aftur. Tekur
viðgerðin meira enn 40 arbeiðstímar og metta tíðarnýtslan hjá TAKS verður
hildin at verða ov kostnaðarmikið, kann gjaldið rindast aftur. Gjaldið verður
rindað fyri hvørja gerð, sum svar ynskist um, men uttan mun til talið av
spurningum, ið verða settir. Tó kann TAKS vísa umbønini aftur, um spyrjarin
ynskir fleiri alternativar møguleikar lýstar, soleiðis at eitt svar kann javnmetast
við skattaráðgeving. Eru fleiri partar, fevnir gjaldið um allar partar soleiðis, at
hesir tilsamans einans rinda eitt gjald.
Bindandi svar kunnu kærast til Skatta-og avgjaldskærunevndina í seinasta
lagi 4 vikur eftir, at spyrjarin hevur fingið svar.
3.2. SKATTAKÆRUNEVNDIR
Landið er býtt í 7 skattakæruøki, sum velja hvør sína kommunalu skat-
takærunevnd. Kæra um álíkningina hjá TAKS skal verða send skattakærune-
vndini í avvarðandi øki. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin, og
skattakærunevndin skal hava fingið kæruna áðrenn 4 vikur eftir tað, at skat-
tgjaldarin hevur fingið boð um skattaálíkningina.
3.2.1. Kærufreistin
Venjan hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini vísir, at kærur, sum verða ov
seint innlatnar, verða ikki tiknar til viðgerðar uttan so, at talan er um serliga
umberandi umstøður fyri, at kært er ov seint, ella at talan er um eyðsýnt
skeiva avgerð, sí t.d. avgerðir frá
28.06.2001 (j. nr. 20S01-0104), frá
4.12.2002 (j. nr. 02S01-0132), frá 03.03.2004 (mál nr. 04-02-23-10), frá
13.05.2004 (mál nr. 04-02-021-22), frá 16.06.2004 (mál nr. 04-03-31-13),
frá 27.10.2004 (mál nr. 04-03-31-21) og frá 13.06.2007 (mál nr. 07-02-21-
55)
.
Í
j. nr. 20S01-0104 staðfesti Landsskattakærunevndin
(nú Skatta- og avgjaldskæru
nevndin) avgerðina hjá kommunalari skattakærunevnd um at sýta fyri at viðgera
eina kæru, tí hon var ov seint innkomin. Landsskattakærunevndin viðmerkti í hesum