Føroyskur skattarættur - page 30

30
Svarið er bindandi fyri TAKS í 5 ár, roknað frá móttøku spyrjarans av svar­
inum og er bindandi fyri tey viðurskifti, sum spyrjarin lýsir í spurninginum.
Viðvíkur svarið avgjøldum, verða tey 5 árini roknað frá byrjanin av tí av­
gjaldstíðarskeiði, tá spyrjarin fær svarið. Í svarinum kann tó verða nágreinað,
atsvariðerbindandiístytritíðarskeið.Avmarkinginavbindingartíðarskeiðinum
er ikki galdandi, tá bindandi svarið tekur støðu til skattliga virknaðin av
seinni umstøðum, sum eru endaliga ásettar í umbønini.
Eru umstøðurnar, sum eru grundarlag undir svarinum, fyri broytingum, er
svarið ikki bindandi. Tað hevur við sær, at um so er, at lóg ella kunngerð, sum
var grundarlag undir svarinum, er fyri broytingum, fellur bindandi virknað­
urin av svarinum burtur. Broyting í tulking av lóg ella skeivt svar frá TAKS
elva ikki til, at svarið missir sín bindandi virknað. Tann skattskyldugi kann í
tílíkum førum framhaldandi gera bindandi svarið galdandi. Hetta er
galdandi, tá fyrisitingin sjálv velur at broyta venju, og tá t.d. higartil galdandi
venja verður kolldømd av dómstólunum.
Eitt svar, sum viðvíkur tulking av tvískattasáttmála, er ikki bindandi, um
útlendskir skattamyndugleikar gera eina øðrvísi meting av spurninginum.
Lógin ásetur, at ein avgerð, sum er tikin sambært § 245 í lov om finansiel
virksomhed í Føroyum, er bindandi fyri føroyska skattavaldið í sambandi við
viðgerðina av spurninginum.
Ein umbøn um bindandi svar skal vera skrivlig og skal fevna um allar tær
upplýsingar, sum hava týdning fyri svarið, og sum eru tøkar hjá spyrjaranum.
Metir skattavaldið, at spurningurin ikki er nóg væl lýstur, kann spyrjarin
verða biðin um fleiri upplýsingar ella skjalprógv. Eftirlíkar spyrjarin ikki
hesari umbøn áðrenn rímiliga freist, kann skattavaldið lata vera við at svara
ella at avmarka svarið til tey viðurskifti, sum tað metir at vera nóg væl lýst.
Skattavaldið kann sýta fyri at veita bindandi svar, um spurningurin ikki kann
verða svaraður við neyðugari vissu, ella onnur atlit tala ímóti bindandi svari,
eitt nú í føri, skattavaldið er farið undir ella ætlar at fara undir eftirlit av
einum skattgjaldara, sum er partur av spurninginum ella spurningurin ber
brá av ástøðiligum dámi. Slík avgerð kann ikki kærast fyrisitingarliga.
Í tveimum førum kann bindandi svar einans gevast, um fleiri biðja um svarið.
Eina førið er, tá biðið verður um bindandi svar um ásting av skatti av gávu.
Tá skulu bæði latari og móttakari biðja um svar, tí svarið kann hava skattligar
avleiðingar fyri báðar partar. Í hinum førinum viðvíkur umbønin svar um
áseting av skatti viðvíkjandi viðurskiftum fevndum av § 37a í skattalógini
(Transfer pricing) ella um viðurskifti millum høvuðspartaeigara og felag, sum
1...,20,21,22,23,24,25,26,27,28,29 31,32,33,34,35,36,37,38,39,40,...284
Powered by FlippingBook