33
Í Skatta- og avgjaldskærunevndini eru 5 limir, sum landsstýrismaðurin í skattamálumhevur tilnevnt. Tveir av limunum skulu vera lógkønir, ein roknskapar
kønur, ein skal umboða arbeiðsgevarafeløgini og ein verkamannafeløgini.
Úrskurður hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini kann verða skotin inn fyri
Føroya rætt, áðrenn 3 mánaðir eru farnir. Verður henda freist ikki hildin, ber
ikki til at royna málið hjá dómsvaldinum. Hinvegin ber til at kæra málið til
Løgtingsins Umboðsmann. Tá er freistin 1 ár.
Hvørki lógin um toll- og skattafyrisiting ella onnur lóg setir bann fyri at
skjóta eina álíkning beinleiðis inn fyri dómsvaldið. Hetta merkir, at einki
lógarkrav er um, at ein skattaálíkning skal hava verið ígjøgnum fyrisitingar
ligu kæruskipanina, áðrenn hon kann verða skotin inn fyri dómsvaldið.
3.4. KOLVETNISSKATTUR
Skattskyldug, sum koma undir kolvetnisskattalógina, setur Toll- og Skattaráð
Føroya í skatt av
a) inntøku, sum kemur undir kapittul 2 í kolvetnisskattalógini og
b) aðrari inntøku, sum er skattskyldug í Føroyum.
Tað er tó TAKS, sum fyri Toll- og Skattaráðið álíknar kolvetnisskatt.
Skattseting viðvíkjandi kolvetnisskatti kann verða kærd til Skatta- og avgjalds
kærunevndina. Og úrskurður hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini kann
verða skotin inn fyri Føroya rætt innan eitt ár. Tað er Toll- og Skattaráð Før
oya, sum umboðar skattavaldið í slíkum førum.
3.5. GJALDFREIST EFTIR UMSÓKN
Ein skattgjaldari er bundin av einari álíkning, so leingi kærumyndugleiki ella
dómsvald ikki hava broytt álíkningina. Ein kæra hevur við øðrum orðum
ikki útsetandi virknað. Hinvegin kann skattgjaldari, sum hevur kært skatt
seting sambært skattalóggávuni til skattakærunevnd, Skatta- og avgjalds
kærunevndina, ella sum hevur lagt skattsetingina fyri dómsvaldið, skrivliga
søkja TAKS um at fáa longt gjaldfreistina av tí álíknaða skattakravinum og
møguligum morarentum av hesum kravi. Skattakrøv, sum fáa longda gjald
freist, skulu tó verða renturoknað sambært vanligu ásetingunum í skattalóg
gávuni. Avgerðir hjá TAKS kunnu verða kærdar til landsstýrismannin innan
4 vikur eftir tað, at skattgjaldarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Gjøll
ari ásetingar um henda møguleika standa í kunngerð nr. 51 frá 24. apríl 1998
frá Fíggjarmálaráðnum um gjaldfreist í sambandi við kæru um skattseting.