Føroyskur skattarættur - page 39

39
Føroyum og hevur sett búgv (hevur tilhald) í Føroyum. Samsvarandi krevst,
fyri
at sleppa undan
fullari skattskyldu til Føroya í sambandi við flyting úr
Føroyum, at einstaklingurin í roynd og veru ikki longur hevur bústað tøkan
í Føroyum og við hesum heldur ikki longur er búsettur (hevur tilhald) í
Føroyum.
Tað gevur tí sjáldan trupulleikar hjá einum ógiftum einstaklingi at sleppa
undan fullari skattskyldu til Føroya, tá hann flytur uttanlands og kemur und­
ir fulla skattskyldu har, og hann samstundis letur frá sær ræðið yvir bústað­
inum í Føroyum í minst 3 ár
11
.
Truplari er hjá einstaklingi at sleppa undan fullari skattskyldu til Føroya í
sambandi við flyting uttanlands, og húskið (hjúnafelagi og barn/børn) verða
búgvandi eftir í Føroyum. Tá verður bústaður mettur sum varðveittur í Før­
oyum, hóast hann eisini hevur fulla skattskyldu til tað landið, hann er fluttur
til. Grundgevingin er, at hann í hesum føri verður hildin at hava varðveitt
bústað og eisini tilhald í Føroyum, tí roknað verður við, at hann er í Føroyum
í stutt ella long tíðarskeið at røkja sínar skyldur sum hjúnafelagi og foreldur.
Hava hjúnafelagar slitið sambúð, ella hevur flytingin úr Føroyum hjá øðrum
hjúnafelaginum samband við sambúaslit, er lættari at sleppa undan fullari
skattskyldu til Føroya, tí tá verður vanliga ikki roknað við, at skyldurnar sum
hjúnafelagi skulu røkjast á sama hátt, sum tá hjún búgva saman. Persónligu
umstøður hansara kunnu tá vera meinlíkari umstøðunum hjá einum einsa­
møllum, og eigur hann tá samsvarandi at kunna sleppa undan fullari skatt­
skyldu til Føroya, hevur hann samstundis latið frá sær ræðið yvir bústaðinum
í Føroyum í minst 3 ár.
Dagliga umsitingin av fullu skattskylduni vísir, at tað kann vera trupult at
gera av, um bústaður er varðveittur ella ikki í Føroyum.
Dømi um hetta kann vera einstaklingur, sum flytur úr Føroyum og letur frá
sær ræðið yvir bústaðinum, men varðveitir ræðið ella ognarrættin yvir einum
summarhúsum í Føroyum, av hesi grund kann sleppa undan fullari skatt­
skyldu til Føroya. Tað ber neyvan til at geva greitt svar uttan at gera eina
heildarmeting av veruligu umstøðunum hjá einstaklinginum og ikki minst
11 Sambært punkt nr. 12 í rundskrivi nr. 2 frá Líkningarráð Føroya frá 8. februar 1994 um fulla skattskyldu,
nær hon verður stovnað og heldur uppat, verður bústaður ikki mettur at vera varðveittur, um hann t.d.
er leigaður út uttan uppsagnarmøguleika fyri útleigaran innan 3 tey fyrstu árini. Hóast rundskrivið er
sett úr gildi, sæst ikki, at skattavaldið hevur broytt hesa uppfatan.
1...,29,30,31,32,33,34,35,36,37,38 40,41,42,43,44,45,46,47,48,49,...284
Powered by FlippingBook