Føroyskur skattarættur - page 41

41
Panama, sum er bústaður hjá Professional Offshore Ltd., St. Helier, Jersey, Channel
Island. Tað er tí óhugsandi, at hann býr á hesum upplýsta bústaði. Við øðrum orð­
um hevur hann onga adressu í Panama, sum vísir, at hann er búsitandi har.
T&S skrivar, at skattskyldan hjá einum persóni, sum í Føroyum hevur verið fult
skattskyldugur eftir § 1, stk. 1, nr. 1 í skattalógini í minsta lagi í 4 ár, kann halda
uppat, tá skattgjaldarin flytur úr Føroyum og kemur undir skattskyldu uttanlands
eftir teimum reglum, sum galda fyri persónar búsitandi har, og skal skattingin uttan­
lands ikki fara fram eftir reglum, sum eru eyðsýnt lagaligari enn skattareglurnar í
Føroyum. Hesa treyt lýkur hann ikki, so av hesi grund heldur skattskyldan ikki uppat
í Føroyum.
T&S helt eisini fast um, at skattgjaldarin hevur fastan bústað í Føroyum. Hann hevur
stovnað húski her, hevur heilársbústað til taks í bygdini, livir saman við kvinnu har
og eigur tvey børn við henni. Hann hevur størsta persónliga og fíggjarliga tilknýti til
Føroya, og mugu Føroyar roknast sum miðdepilin fyri hansara lívsáhugamálum, har
hann eisini uppiheldur sær, tá hann heldur frí úr starvinum.
Grundað á tað, sum er nevnt frammanfyri, heldur T&S fast um, at skattgjaldarin er bú­
sitandi í Føroyum og tí hevur skattskyldu her
.
Landsskattanevndin samtykti at staðfesta álíkningina.
Í
avgerð frá 07.09.1999 (j. nr. 98S01-0001) hjá Landsskattakærunevndini
var til
viðgerðar kæra frá skattgjaldara, at skattavaldið fyri árini 1995 – 1997 metti hann at
hava fulla skattskyldu til Føroya. Skattgjaldarin sigldi hesi árini við útlendskum
skipum og hevði tilmeldað seg útlendskari adressu. Toll- og Skattstovan (T&S) vísti
á, at hann millum túrarnar var í Føroyum, har sambúgvi hansara og børn hansara
búðu. Sambúgvin stóð at eiga húsini. Kommunala skattakærunevndin hevði staðfest
avgerðina hjá T&S. Landsskattakærunevndin var samd við T&S í tí, at miðdepilin
fyri lívsáhugamálini hjá skattgjaldaranum var í Føroyum og staðfesti avgerðina hjá
kommunalu skattakærunevndini.
Um gongdina í málinum varð upplýst, at kærarin til 15.11.94 hevði bústað í Før-
oyum, har hann búði saman við sambúgva sínum og børnum teirra. Kærarin sigldi
við útlendskum skipi. Tann 15.11.94 boðaði kærarin frá flyting úr føroyska bústað-
inum til bústað í einari danskari kommunu.
T&S helt tó, at fulla skattskylda hansara til Føroya var ikki hildin uppat, og við
brævi frá 28.08.95 sendi T&S fyrispurning til donsku kommununa og bað eftir § 7,
stk. 1 í donsku kildeskatteloven at fáa upplýst, um kærarin í sambandi við
adressubroyting sína eisini hevði „taget ophold i landet“.
Við brævi frá 30.08.95 svarar danska kommunan, at „vi har anset ovennævnte at
1...,31,32,33,34,35,36,37,38,39,40 42,43,44,45,46,47,48,49,50,51,...284
Powered by FlippingBook