Føroyskur skattarættur - page 46

46
skeiðum, sum til samans eru minst 180 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði.
Í hesum førum hevur persónurin frammanundan vanliga verið undir avmark­
aðari skattskyldu til Føroya.
Tað er einki krav í lógini um, at ávís endamál skulu hava verið við slíkum til­
haldum í Føroyum, eitt nú sum ferðafólk ella lesandi. Lógin setur heldur ikki
ávísa longd á tíðarskeiðini, sum ein persónur kann halda til í Føroyum innan
fyri 180 daga markið í 12 mánaða skeiðinum. Mótsetta avleiðingin av hesum
er so statt, at ein persónur, sum ikki hevur fulla skattskyldu til Føroya, kann
halda til í Føroyum í 179 dagar eitt 12 mánaða skeið uttan av hesi orsøk
koma undir fulla skattskyldu til Føroya líka mikið, hvat endamálið er við til­
haldinum ella hvussu long, tey einstøku tilhaldini eru.
Eftir ásetingini í § 29, nr. 22 í skattalógini, er virðið á fríari ferð og fríum bú­
staði
ikki skattskyldug inntøka
hjá persóni, sum ikki hevur bústað í Føroyum,
og sum er í bráðfeingisarbeiðsørindum í Føroyum. Við bráðfeingisarbeiðs­
ørindi skilst dvølur eitt 12 mánaða tíðarskeið í styttri enn 180 dagar, uttan
mun til um persónurin hevur verið burtur ímillum ella ikki.
Í
avgerð nr. 7/1995 hjá Landsskattanevndini
varð viðgjørd kæra frá grannskoðara,
sum fyri skattgjaldara hevði kært avgerð hjá skattavaldinum um at hava sett skatt­
gjaldaran í skatt við avmarkaðari og ikki fullari skattskyldu til Føroya fyri arbeiði í
Føroyum í 1990, sum vardi í 90 dagar.
Sambært upplýsingum frá Landssjúkrahúsinum starvaðist skattgjaldarin har sum
ljósmóðir tíðarskeiðið 1. oktober til 31. desember í 1990, t.e. í 90 dagar. Skattgjald­
arin fekk í hesum tíðarskeiði tríggjar lønarútgjaldingar og tvær lønarútgjaldingar í
1991. Hesar seinnu útgjaldingarnar vóru ávikavist ískoyti til desemberlønina og frí-
tíðarløn.
Meðan skattgjaldarin búði í Føroyum, leigaði hann kamar á sjúkrahúsinum. Sam-
bært danska fólkayvirlitinum var hann fluttur í danska kommunu tann 1. juli í
1990, og har hevði hann sín bústað til 5. desember í 1994.
Skattavaldið gjørdi
galdandi
, at skattgjaldarin var komin til Føroya at starvast í heilt
stutt tíðarskeið. Hann kom tí undir avmarkaða skattskyldu av A-inntøkuni, hann
vann fyri arbeiðið í Føroyum. Eftir § 8 í ásetingarlógini varð lønarinntøka hansara tí
bruttoskattað 42%. Skattgjaldarin hevði fulla skattskyldu til Danmarkar, og bú­
staður hansara í skattligum týdningi var í Danmark og ikki í Føroyum. At skattgjald­
arin hevði arbeitt í Føroyum í 90 dagar, broytti ikki skattliga bústaðin til at vera í
Føroyum. Tað er einki í vegin fyri, at skattgjaldarin varðveitir sín bústað í Danmark,
hóast hann dvølur eitt tíðarskeið í Føroyum. Tá skattgjaldarin er skattaður eftir vanl­
igu ásetingunum um avmarkaða skattskyldu fyri persónar, sum eitt stutt tíðarskeið
1...,36,37,38,39,40,41,42,43,44,45 47,48,49,50,51,52,53,54,55,56,...284
Powered by FlippingBook