Føroyskur skattarættur - page 52

52
Avgerð
frá 07.12.2005 (mál nr. 05-02-22-21)
hjá
Skatta- og avgjaldskæru­
nevndini
er eisini samsvarandi hesi mannagongd.
4.1.3. Føroyska Altjóða Skipaskráin FAS
Tann skattligi parturin av FAS-skipanin er fyri manningina
19
í stuttum, at
manning við
fullari skattskyldu
til Føroya rindar bruttoskatt 35% av A-inn-
tøkuni, sum stavar frá virksemi á skipi, skrásett í FAS. Henda inntøka skal tó
verða roknað upp í skattagrundarlagið, og fær tí progressjónsávirkan fyri
skattingina sum heild (progressjónsfyrivarni).
Manning við
avmarkaðari skattskyldu
til Føroya rindar eisini bruttoskatt 35%
av A-inntøku, sum stavar frá virksemi við skipi, skrásett í FAS
ella
inntøku,
sum stavar frá skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt í skattalógini, verður
javnmett við skip, ið er skrásett í Føroyum, og sum, um tað var føroyskt,
lýkur treytirnar í løgtingslógini um FAS.
Tann skattligi parturin av FAS-skipanini er fyri reiðarar, í stuttum, at reiðarar
undir skipanini fáa afturbornan ein part av útgoldnu hýrunum.
Eftir hesi skipan, sum er ásett í § 63a í skattalógini, hevur føroyskur reiðari
rætt til at fáa afturbornan ein part, sum í løtuni er 35%, av hýruni, hann
rindar manning, sum ger tænastu
1. við skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS
ella
2. við skipi, sum er 100 skrásett tons brutto ella meira, tó ikki fiskiskipi,
sum er skrásett uttanlands, men sum føroyskt reiðaravirki leigar við ong-
-ari manning (bareboatskráseting).
Tað er beinleiðis ásett í § 63a í skattalógini, at reglurnar um afturbering eru
ikki galdandi fyri tænastu útinta
1. við skipi skrásettum í Føroyum, sum við ongari manning verður leigað
útlendskum reiðaravirki til ferðafólkaflutning og/ella farmaflutnings
ella
2. á boripallum á føroyskum sjóleiðum
Aðrar treytir fyri at koma undir FAS eru, at avvarðandi
reiðari
20
hevur fulla
19 Inntil 1. januar 2009 vóru manningar við fullari skattskyldu til Føroya, sum vunnu A-inntøku, stavandi
frá virksemi umborð á skipi, skrásett undir FAS ella útlendskum skipum við ongari manning, sum
føroysk reiðaravirki høvdu leigað, skattaðar eftir § 25a í skattalógini (veiðiinntøkur).
20 Inntil 1. januar 2003 var kravið, at avvarðandi reiðarí skuldi vera skrásett í Føroyum og at veruliga
1...,42,43,44,45,46,47,48,49,50,51 53,54,55,56,57,58,59,60,61,62,...284
Powered by FlippingBook