Føroyskur skattarættur - page 57

57
Kortini ber til at staðfesta, at skattalógin óbeinleiðis setur sum krav, at hesir
løgfrøðiligu persónar skulu hava heimstað í Føroyum fyri at hava fulla skatt­
skyldu til Føroya. Hetta gongur eitt nú fram av ásetingini í § 21, stk. 1 í
skattalógini, har feløg ella aðrir stovnar,
sum eiga heimstað her á
landi, skulu
verða settir í skatt av allari inntøkuni í roknskaparskeiðinum eftir ásetingini í
§ 22, stk. 2 í skattalógini, sum umrøður feløg o.o. undir avmarkaðari skatt­
skyldu til Føroya.
Ásett er nú
25
í § 1, stk. 2 í skattalógini, at oman fyri nevndu feløg o.tíl. eru
fult skattskyldu í Føroyum, hóast tey eru skrásett uttanlands, um veruliga
leiðslan hevur sæti í Føroyum
26
.
Í § 37a, stk. 3 í skattalógini er ásett, at einstaklingur ella løgfrøðiligur per­
sónur verður mettur at vera útlendskur, er persónurin heimahoyrandi uttan­
lands, undir hesum eftir ásetingunum í einum tvískattasáttmála. Ein beinleið­
is avleiðing er tí, at ein løgfrøðiligur persónur, sum er heimahoyrandi í
Føroyum, hevur fulla skattskyldu til Føroya eftir § 1 í skattalógini.
Verður hugt at, hvørji krøv eru sett í tvískattasáttmálum sum treyt fyri, at
løgfrøðiligir persónar hava fulla skattskyldu til Føroya, sæst t.d. í sáttmál­
unum millum Føroyar og norðurlond og Føroyar og Grønland, at løgfrøði­
ligi persónurin skal hava „skattligan heimstað“ í Føroyum. Hevur løgfrøðiligi
persónurin skattligan heimstað í fleiri londum, áseta hesir sáttmálar í grein 4,
at løgfrøðiligi persónurin bara skal vera heimahoyrandi í tí landi, har veruliga
leiðslan hevur sítt sæti.
Veruliga leiðslan hjá einum av nevndu løgfrøðiligu persónum verður vanliga
hildin at vera „tann dagliga leiðslan“, sum er stjórnin. Hevur stjórnin hjá
hesum løgfrøðiliga persóni sæti í Føroyum, verður løgfrøðiligi persónurin eis­
ini hildin at hava skattligan heimstað í Føroyum. Skuldi tað verið so, at tað er
nevndin heldur enn stjórnin, sum tekur sær av dagligu leiðsluni, er skattligi
heimstaðurin hjá løgfrøðiliga persóninum í tí landi, nevndin hevur sítt sæti.
Eftir § 5 í ásetingarlógini skulu løgfrøðiligu persónarnir nevndir omanfyri
rinda skatt, sum er ásettur til 18% av skattskyldugu inntøkuni. Um so er, at
25 Við gildi frá inntøkuárinum 2007 sambært løgtingslóg nr. 108 frá 13. desember í 2006.
26 Í viðmerkingum landsstýrisins til uppskotið um løgtingslóg nr. 108 frá 13. desember í 2006 verður
sagt, at tá avgjørt skal verða, um veruliga leiðslan hevur sæti í Føroyum, verða somu atlit nýtt sum í
tvískattahøpi. Ein ítøkilig meting verður gjørd í hvørjum einstøkum føri, har tað verður tikið atlit at
veruligu viðurskiftunum í sambandi við avgerðir um dagligu felagsleiðsluna.
1...,47,48,49,50,51,52,53,54,55,56 58,59,60,61,62,63,64,65,66,67,...284
Powered by FlippingBook