Føroyskur skattarættur - page 63

63
• studningar og aðrir skattskyldugir styrkir, veittir um almennar myndug-
leikar ella stovnar og felagsskapir ella almennan ella privatan grunn, gávu-
fægrunn o.tíl.,
• samsýningar sum limur í ella sum hjálparmaður hjá øllum sløgum av stýr-
um, nevndum, ráðum og tílíkum.
Vert er at endurtaka, at talan skal vera um inntøkur úr Føroyum (frá føroysk­
ari inntøkukeldu) og at persónur við heimatingi í Føroyum rindar hana. Tað
hevur hinvegin einki at siga, um virksemið, sum gevur rætt til umrøddu veit­
ingar ella samsýningar, er útint í Føroyum ella uttanlands.
Skatturin av hesum inntøkum er ásettur til 42% av bruttoinntøkuni. Skatt-
-urin av eftirlønum sambært millumlanda sáttmálar um sosiala trygd, er tó
ásettur til 10% av bruttoinntøkuni.
4.2.3. Nýtslugjald (royalty) eftir § 2, stk. 1, litra c í skattalógini
Persónar, sum ikki hava fulla skattskyldu til Føroya, og sum fáa gjald úr
Føroyum (frá føroyskari inntøkukeldu) fyri loyvi at nýta ávís rættindi, sí al­
lýsingina av hugtakinum nýtslugjald niðanfyri, hava avmarkaða skattskyldu
til Føroya av hesum gjaldi. Eftir § 7 í ásetingarlógini hevur tann persónurin í
Føroyum, sum rindar ella góðskrivar persóninum við avmarkaðari skattskyldu
til Føroya nýtslugjaldið, skyldu at halda aftur eitt avgjald, 25%, og at rinda
peningin til TAKS og tilskila navn og bústað móttakarans.
Allýsingin av nýtslugjaldinum eftir § 2,
stk. 1,
litra c) í skattalógini svarar til
allýsingina í tvískattasáttmálafyrimyndini hjá OECD og tvískattasáttmál­
unum millum Føroyar og ávikavist Norðurlond og Grønland og fevnir um
gjaldingar av øllum slag, sum fæst sum samsýning fyri at nýta ella hava rættin
til at nýta hvønn ein
upphavsrætt
til bókmentalig, listalig ella vísindalig verk,
her uppií spælifilmar, filmar og bond til útvarpssendingar og sjónvarpssend­
ingar, øll
einkarættindi, vørumerki, mynstur ella fyrimyndir, tekningar, loyni­
ligan formil ella loyniligan framleiðsluhátt
ella fyri
upplýsingar
um ídnaðar-
royndir, handilsroyndir ella vísindaligar royndir.
Avmarkaða skattskyldan fevnir einans um gjald fyri nýtslurættin og við hes­
um ikki um samsýning fyri t.d. at keypa umrøddu ognir.
Í tvískattasáttmálum er vanliga ásett, at tað landið, har tann skattskyldugi
hevur skattligan heimstað, hevur rættin til at skatta nýtslugjøld. Føroyar
kunnu tí hava bundið seg í tvískattasáttmála at sleppa rættinum til at skatta
slík nýtslugjøld.
1...,53,54,55,56,57,58,59,60,61,62 64,65,66,67,68,69,70,71,72,73,...284
Powered by FlippingBook