68
Sum grundgeving fyri álíkningini skrivaði
líkningarnevndin í hoyringarsvari
, at kær
arin so statt hevði verið undir fullari skattskyldu til Svøríkis frá 14. september í 1976
til 7. september í 1980 og undir fullari skattskyldu til Danmarkar frá 7. september í
1980 og frameftir. Líkningarnevndin helt, at avgerandi spurningurin í málinum var,
í hvørjum landi kærarin var undir fullari skattskyldu, og í hvørjum landi kærarin var
undir avmarkaðari skattskyldu og segði seg ikki ivast í, at kærarin sambært skattalóg
gávuni og mannagongd í skattaspurningum einans hevði avmarkaða skattskyldu til
Føroya av leiguinntøku, og at nevndin júst hevði sett kæraran í skatt í samsvari við
hesa fatan av skattligu støðu hansara.
Líkningarráð Føroya skrivaði í sínum hoyringarsvari,
at eftir § 15, jbr. § 14 í skattalóg
ini frá 1963 fall full skattskylda burtur, og avmarkað skattskylda til Føroya varð
stovnað við gildi frá 15. september í 1976, og at avmarkaða skattskyldan til Føroya
hevði staðið við síðan, av tí at kærarin í hesum tíðarskeiði hevði havt
inntøku av fast
ogn í Føroyum.
Í § 15, stk. 2 var gjøllari ásett, at skattskyldan einans fevndi um inntøkuna stavandi
frá fastognini í Føroyum. Av hesum fylgdi beinleiðis, at einans útreiðslur, sum høvdu
beinleiðis samband við húsaognina, kundu verða drignar frá í inntøkuuppgerðini í
Føroyum. So statt kundu til dømis rentuútreiðslur, sum vóru knýttar at einum
handilsligum láni ikki verða drignar frá í inntøkuuppgerðini og tað uttan mun til,
um lánið var vinnuligt lán, ella um tað var privat lán. Tað sama var sjálvsagt galdandi
fyri rentuútreiðslur, sum stavaðu frá øðrum privatum lánum, eitt nú lestrarlánum.
Útreiðslur, sum í árinum fóru til at vinna, tryggja og halda leiguinntøkunum við,
kundu verða drignar frá hesum. Eitt grundleggjandi krav var tó, at hesar útreiðslur
vórðu skjalprógvaðar.
Líkningarráð Føroya mælti til onga broyting at gera í teimum framdu álíkningunum.
Landsskattanevndin
samtykti at taka undir við tilmælinum frá Líkningarráði Føroya
og onga broyting at gera í tí framdu álíkning hjá kæraranum.
Inntøkurnar verða skattaðar við somu skattaprosentum (stigvíst hækkandi
upp í í mesta lagi 50%), sum inntøkurnar umrøddar undir § 2, stk. 1, litra d.
í skattalógini.
4.2.6. Inntøkur av at lata annan hava í hond virki ella fastogn í
Føroyum eftir § 2, stk. 1, litra f í skattalógini
Her er talan um inntøkur, sum stava frá at lata annan hava í hond virki ella
fastogn í Føroyum. Talan er í hesum føri um tað, sum á donskum máli eitur
bortforpagtning, sum minnir nógv um útleigu, men hvørs eyðkenni er at lata
annan hava í hond fastogn
við tilhoyrandi virki
. Slík inntøka kann tí minna