Føroyskur skattarættur - page 70

70
Ásetingarnar hava við sær, at ein skattskyldugur við heimatingi í Føroyum,
sum fær ein ella fleiri persónar at gera ávíst arbeiði fyri seg í Føroyum eftir
(leigu)avtalu við útlendska fyritøku, sum formliga hevur nevndu persónar í
starvi, og sum ikki hevur heimating í Føroyum, skal ávísa slíkt gjald yvir før­
oysku afturhaldsskattaskipanina, hóast teir ikki formliga eru settir í starv hjá
tí skattskylduga við heimatingi í Føroyum.
Slík skattskylda er ikki eindømi fyri Føroyar, men er í flestum øllum fram-
-komnum londum, og eru ásetingar um slíka arbeiðsútleigu tí eisini við í
tvískattasáttmálum. Í tvískattasáttmálanum við norðurlond er arbeiðsútleiga
soleiðis útgreinað sum løntakari, sum er útleigaður til virki hjá øðrum
arbeiðsgevara, tá útleigarin/útlendski arbeiðsgevarin ikki hevur ábyrgdina av,
og heldur ikki stendur til svars fyri úrslitinum av arbeiðinum.
Tá støða skal verða tikin til, um løntakari er at rokna sum útleigaður, skal
hetta vera gjørt eftir heildarmeting, og skal tá serstakliga dentur verða lagdur
á, um
• føroyski arbeiðsgevarin/byggiharrin hevur ovastu leiðsluna,
• arbeiðið verður gjørt á einum arbeiðsplássi, sum føroyski arbeiðsgevarin/
byggiharrin ræður yvir og ber ábyrgdina av,
• gjaldið til útleigaran verður roknað eftir tíðini, sum arbeiðið varir, ella
samsvarandi øðrum sambandi millum samsýningina og ta løn, sum løntak-
arin fær,
• føroyski arbeiðsgevarin/byggiharrin letur størsta partin av amboðunum og
tilfarinum,
• útleigarin ikki einsamallur ásetir løntakaratalið og útbúgving teirra.
Skatturin av hesum inntøkum er ásettur til 42% av bruttoinntøkuni.
4.2.9. Inntøkur fyri arbeiði í Føroyum í byggiætlanarvirksemi o.tíl. frá
føstum rakstrarstaði í Føroyum eftir § 2, stk. 1, litra i í skattalógini
Talan er um avmarkaða skattskyldu av inntøku móttikin frá útlendskari fyri-
tøku við føstum rakstrarstaði í Føroyum, sum rekur byggi-, nýgerðar-, inn­
leggingar- ella uppsetingarætlanir ella ráðlegging, eftirlit, ráðgeving ella aðra
persónliga hjálp í samband við slíkar ætlanir.
Slíkt virksemi stovnar sum kunnugt ikki avmarkaða skattskyldu, fyrr enn tað
hevur vart longur enn 30 dagar.
Skatturin av hesum inntøkum er ásettur til 42% av bruttoinntøkuni.
1...,60,61,62,63,64,65,66,67,68,69 71,72,73,74,75,76,77,78,79,80,...284
Powered by FlippingBook