62
skattaskipanina og skattað 50%. Skattgjaldarin, sum búði í Føroyum til 31. juli í
1984, tá hann flutti til Danmarkar at búgva, gjørdi galdandi, at frítíðarlønin átti at
verið skattað í 1985, og tá var skattgjaldarin ikki skattskyldugur í Føroyum, men í
Danmark.
Líkningarráðið skrivaði í sínum hoyringarsvari til kæruna, at í § 28, stk. 1 í tágald
andi tvískattasáttmála millum Føroyar og Danmark er ásett, at inntøka av perónlig
um arbeiði bara kemur undir skatt í tí partinum av ríkinum, har sum tann skattskyld
ugi hevur avrikað tað arbeiði, sum inntøkan er forvunnin fyri. Tá ið frítíðarlønin er
inntøka av persónligum arbeiði, sum gjørt er í Føroyum, er hon eftir umrøddu áset
ing í tvískattasáttmálanum einans skattskyldug í Føroyum.
Landsskattanevndin samtykti á hesum grundarlagi at staðfesta álíkningina.
Skatturin av hesum inntøkum er ásettur til 42% av bruttoinntøkuni
28
.
4.2.2. Aðrar A-inntøkur eftir § 2, stk. 1, litra b í skattalógini
Talan er um hesar A-inntøkur:
• veitingar, sum koma í staðin fyri tær í § 60, stk. 1, nr. 1 í skattalógini
nevndu samsýningar o.a., so sum dagpeningur, stuðul undir arbeiðsloysi
og sjúku og verkfalssamsýningar og verkbanssamsýningar og aðrar líkar
samsýningar,
• samsýningar til sjónleikarar, tónleikarar, artistar ella útinnandi listafólk
sum heild, eins og til fyrilesarar ella ítróttafólk uttan mun til um inntøkan
er útgoldin til triðjamann (t.d. eitt felag),
• eftirlønir og bíðipeningur og tílíkar skattskyldugar veitingar, tá tær hava
havt samband við arbeiði í tænastu og aðrar skattskyldugar útgjaldingar
frá eftirlønarskipanum við jøvnum útgjaldingum ella frá ratutryggingum,
sum teknaðar eru við tí í huga at fáa eftirløn útgoldna,
• fólkaeftirløn og avlamiseftirløn (fyritíðarpensjón) og aðrar skattskyldugar
almannaveitingar,
28 Persónar, sum koma undir avmarkaða skattskyldu eftir § 2, litra a og b í skattalógini, og sum búgva í
Danmark/Finnlandi/Grønlandi/Íslandi/Noregi ella Svøríki, og sum undir bráðfeingis dvøli í Føroyum
arbeiða í Føroyum í mesta lagi 100 dagar í sama álmanakkaári, verða bara skattaðir í Føroyum av tí
parti av inntøkuni, sum fer upp um eina upphædd, sum sambært galdandi reglum er neyðugt til teirra
uppihald, treytað av, at arbeiðið er skipað innan karmarnar hjá norðurlendskum ætlanum um umbýti av
praktikkarbeiði og frítíðararbeiði, og at arbeiðið er skipað gjøgnum Nordjobb. Upphæddir, sum verða
hildnar neyðugar til uppihald, ásetur landsstýrismaðurin fyri eitt ár, og verða minkaðar í mun til dvølin
í Føroyum og alt álmanakkaárið.