Føroyskur skattarættur - page 67

67
4.2.5. Inntøkur ella avgjald av fastari ogn í Føroyum eftir § 2, stk. 1,
litra e í skattalógini
Inntøkurnar, sum eftir hesi áseting stovna avmarkaða skattskyldu, eru inn-
tøka ella avgjald av fastogn í Føroyum.
Teir persónar, sum koma undir hesa áseting kunnu vera ánarar ella nýtarar av
fastogn í Føroyum ella inntøkunjótarar av fastogn í Føroyum.
Inntøkur ella avgjald av fastari ogn í Føroyum eru inntøkur ella avgjald, sum
stava frá jørð í Føroyum og bygningum við tilhoyri eftir ásetingunum í ting­
lýsingarlógini
29
. Slíkar inntøkur kunnu t.d. vera fyri at leiga út bygning ella
jørð. Men eisini vinningur og afturvunnar avskrivingar í sambandi við av­
hending, um so er, at slíkar inntøkur eru skattskyldugar eftir føroysku skattalóggávuni annars, eitt nú eftir kapitli 4 í avskrivingarlógini ella § 27 í skatta­
lógini.
Við uppgerðini av inntøkuni eftir hesi áseting kunnu einans tær útreiðslur
verða drignar frá, sum beinleiðis standast av at vinna tær. Rentuútreiðslur,
sum stava frá láni at útvega, bøta um ella halda fastogn av hesum slag, og aðrar
útreiðslur, sum hava beinleiðis við raksturin viðvíkjandi fastognini í Føroyum
at gera, geva tí vanliga rætt til frádrátt. Frádráttur fyri rentuútreiðslur av
slíkum láni er sjálvsagt treytaður av, at talan er um lán í vanligum týdningi og
t.d. ikki peningaflytingar um landamørk hjá sama persóni.
Í
avgerð nr. 8/1985 hjá Landsskattanevndini
varð til viðgerðar kæra frá skattgjaldara
búsitandi í Danmark, at hann var settur í skatt av inntøku stavandi frá húsaogn,
hann átti í Føroyum fyri tíðarskeiðið frá september í 1976 og frameftir. Kærarin
mótmælti við teirri grundgeving, at hann í hesum sama tíðarskeiði hevði ikki búð í
Føroyum.
Kærarin vísti á, at okkurt grundleggjandi var farið at ridla, tá ið eini hús verða sett í
skatt, tí tað kunnu einans einstaklingar verða. Av tí at persónarnir, sum áttu húsini,
búðu ikki í Føroyum, var tað ikki rætt at seta tey í skatt av inntøku stavandi frá húsaogn.
Sambært fólkayvirlitinum fór kærarin til Svøríkis saman við húski sínum tann 14.
september í 1976 at nema sær framhaldandi útbúgving og flutti úr Svøríki til Dan-
markar tann 7. september í 1980, har hann framvegis var búsettur.
29 Eftir § 3 í tvískattasáttmálanum við Norðurlond hevur málberingin „føst ogn“ tann týdning, sum hon
hevur í lóggávuni í tí sáttmálabundna ríki, har ognin er. Málberingin fevnir tó í øllum førum um tað,
sum hoyrir til føstu ognina, innistøðu og amboð, sum nýtt verða í vinnu við landbrúki og skógbrúki,
bygningar, rættindi, har borgarligu rættarreglurnar um fasta ogn verða nýttar, brúksrætt til fasta ogn og
rættindi til skiftandi ella fastar veitingar, ið goldnar verða fyri at nýta ella fyri rættin til at nýta miniral-
ríkidømi, keldur ella onnur náttúruríkidømi.
1...,57,58,59,60,61,62,63,64,65,66 68,69,70,71,72,73,74,75,76,77,...284
Powered by FlippingBook