Føroyskur skattarættur - page 74

74
semi knýttum at hesum. Ásetingarnar víðka vanligu skylduna at rinda skatt
til landskassan, so øll, sum á føroyskum leiðum (havbotni, undirgrund og
føroyskum meginlandsstøði) hava við kolvetnisvirksemi at gera, ella virk­
semi, sum er knýtt at hesum virksemi, koma undir skyldu at rinda skatt til
landskassan, hóast tey eftir vanligu ásetingunum um persónbundna skat-
tskyldu ikki hava hesa skyldu.
Inntøkurnar í sambandi við leiting og kolvetnisframleiðslu verða býttar
sundur í tveir inntøkubólkar. Í øðrum bólkinum er inntøka, sum stavar
beinleiðis frá at gagnnýta tilfeingið (§ 4-inntøkur), og í hinum bólkinum eru
„avleiddar inntøkur“, til dømis frá gjørdum kanningum (av at selja úrslit),
veitingartænastu og øðrum tænastulíkum virksemi.
4.3.1. § 4-inntøkur
Hesar inntøkur eru:
a) inntøkur av fyrstu sølu viðvíkjandi framleiddum kolvetni,
b) inntøka, sum er ásett sum ein partur av framleiddum kolvetni ella virð­
inum á tí,
c) vinningur ella tap við beinleiðis ella óbeinleiðis at lata frá sær loyvisbræv,
loyvi ella rættindi at forkanna, leita eftir ella framleiða kolvetni og
d) vinningur ella tap av at selja rakstrargøgn, skip og bygningar, sum bara
verða nýtt í sambandi við forkanningarvirksemi og leitingarvirksemi og
at framleiða kolvetni.
§ 4-inntøkur verða skattaðar 27%
30
, og tað ger ongan mun, um hin skatt­
skyldugi er eitt vinnufelag, ella talan er um persónliga rikið virki. Henda
inntøka verður gjørd upp fyri seg, og inntøkuskatturin verður roknaður fyri
seg av hesi inntøku. Ein avleiðing av hesum er, at hall frá øðrum virksemi
kann ikki verða flutt yvir til frádrátt í § 4-inntøku, tá skattskylduga inntøkan
skal verða gjørd upp. Men hall frá kolvetnisvirksemi kann tó verða flutt yvir
á aðrar inntøkur.
4.3.2. Avleiddar inntøkur
Hesar inntøkur eru stutt sagt allar aðrar inntøkur av kolvetnisvirksemi enn
áðurnevndu § 4-inntøkur.
30 Møguleiki er harafturat fyri at serskattur í trimum stigum skal verða rindaður av serinntøkum av hvørj­
ari kolvetnisleið sær. Serskattur verður uppgjørdur eftir §§ 10a til 10f í kolvetnisskattalógini.
1...,64,65,66,67,68,69,70,71,72,73 75,76,77,78,79,80,81,82,83,84,...284
Powered by FlippingBook