81
skulu eins og onnur skattskyldug lata inn árligar sjálvuppgávur. Er barnið fyrst
í inntøkuárinum ikki 16 ár, og hevur tað ikki skattskyldugar inntøkur, hevur
tað ikki skyldu at lata inn sjálvuppgávu. Børn yngri enn 16 ár hava ikki skyldu
at lata inn ognaruppgerð, men ognir teirra skulu verða tiknar við í
ognaruppgerðina hjá tí av foreldrunum, sum hevur foreldramyndugleikan. Í
hjúnalagi gera foreldrini sjálv av, hvør teirra tekur ogn barnanna upp í ognar
uppgerð sína.
Børn, sum eru undir 16 ár fyrst í árinum, og sum hava inntøkur fyri at arbeiða
í vinnuvirki foreldranna, stjúkforeldranna ella fosturforeldranna, skulu tó
ikki telja tær við upp í skattskyldugu inntøkuna. Sum avleiðing av hesum
kunnu avvarðandi foreldur, stjúkforeldur ella fosturforeldur heldur ikki
draga lønina til børnini frá, tá ið tey gera skattskyldugu inntøku teirra upp.
Hóast hesa greiðu lógaráseting, hevur
landsskattanevndin
havt henda spurning
til viðgerðar í tveimum málum í 1995, har hon varð staðfest. Avgerðirnar
hava ávikavist
j. nr. 21/95 og j. nr. 61/95
.
Heimabúgvandi børn skulu ikki taka við upp í uppgerðina viðvíkjandi skatt
skyldugu inntøkuni tað, sum tey fáa til uppihald, fult ella partvíst, frá for
eldrum, uttan so at talan er um samsýning fyri starv í virki foreldranna ella
vinnu, og tað tí er drigið frá skattskyldugu inntøku teirra.
Sum verndaráseting móti spekulatión er ásett í § 5, stk. 4 í skattalógini, at
vinningur av innløguveiting ella ogn, sum foreldur, stjúkforeldur ella
fosturforeldur hava latið einum barni sum gávu, skal verða tald við í
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni hjá gevara
35
, hevur hann
fulla skattskyldu til Føroya. Ásetingin er einans galdandi til seinast í tí
álmanakkaári, ið barnið fyllir 18 ár ella giftist.
Børn ábyrgjast ikki fyri skattakrøvum móti foreldrum ella øðrum skatt
skyldugum.
tøkuførast hjá barninum.
Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur í avgerð frá 6.02.2003, j. nr. 02S01-
0130
, staðfest hesa mannagongd.
35 Peningagáva til børn undir 18 ár, t.d. rentur av innskoti á eina barnauppsparing í føroyskum peninga
stovni, kemur undir hesa áseting, men mannagongdin er, at skatturin av rentuinntøkuni verður tikin frá
kelduni. (Peningastovnurin heldur hann aftur, og peningastovnurin rindar landskassanum skattin).