Føroyskur skattarættur - page 77

77
verið ógvuliga nógv umrøddur seinnu árini
31
uttan at semja tykist at vera
fingin um hann. Tað skerst tí ikki burtur, at tað kann gerast neyðugt at skula
taka støðu til, um ein slíkur grunnur ella stovnur er undantikin skattskyldu
ella ikki. Hinvegin liggur tað greitt, at verður slíkur stovnur hildin at vera
skattskyldugur, verður tað sambært ásetingina í § 1, nr. 14 í skattalógini, har
tað er ásett, at tann skattskyldugi einans hevur skattskyldu í tann mun, hann
hevur inntøku av vinnuligum rakstri.
Sí umrøðu frammanfyri um møguleikan at søkja Toll- og Skattaráð Føroya
um skattafrælsi ella skattafrítøku.
4.5. AT SKATTA HJÚN
Við gildi frá 1. januar í 1998 hava hjúnafelagar verið settir í skatt hvør sær.
Fyri ta tíð vóru hjúnafelagar samskattaðir við manninum sum skattasubjekti.
Tó varð kvinnan sett í skatt fyri seg av inntøkum uttan um virki mansins.
Hjúnafelagar skuldu av tí sama einans lata inn ognaruppgerð, har maðurin
einsamallur var tann, sum stóð at lata inn ognaruppgerðina. Ogn og skuld
hjá konuni skuldi tó eisini vera tilskilað í innsendu ognaruppgerðini hjá
manninum. Samskattingin hevði eisini við sær, at hjúnafelagar ábyrgdust fyri
skattaskuld hjá hvør øðrum.
Eftir § 4, stk. 1 í skattalógini verða hjúnafelagar hvør sær settir sjálvstøðugt í
skatt av inntøkum sínum. Við heimild í § 4, stk. 3 í skattalógini hevur lands­
stýrismaðurin ásett neyvari, hvussu uppgerðin viðvíkjandi skattskyldugu inn-
tøkuni hjá
sambúgvandi
hjúnafelaga, har báðir hava
fulla skattskyldu
til
Føroya, skal verða framd
32
, tá teir annaðhvørt reka sjálvstøðugt vinnuvirki í
felag, ella tá ið annar hjúnafelagin er í starvi hjá hinum hjúnafelagnum. Lóg­
in sigur einki neyvt um, hvussu uppgerðin skal verða gjørd hjá hjúnafeløg­
um, sum ikki búgva saman og ikki hava fulla skattskyldu og sum annaðhvørt
reka sjálvstøðugt vinnuvirki í felag, ella tá annar hjúnafelagin er í starvi hjá
hinum hjúnafelagnum. Men helst skal hon gerast upp sambært vanligu
ásetingunum í skattalógini, jbr. § 4, stk. 2, 1. pkt. í skattalógini.
4.5.1. Í starvi hjá hinum hjúnafelaganum
Landsstýrismaðurin hevur ásett, at sjálvstøðugt vinnuvirki er, tá ið annar
31 Fíggjarmálastýrið, Álit um landsstovnar og landsgrunnar, tilknýti til fíggjarlóg, landsroknskap og
grannskoðanarviðurskifti frá november í 2001, Eyðfinnur Jacobsen, Fíggjarvaldið í FLR – Vol. 4, No.
2, des 2004 og Álit um ALS, fíggjarlóg og landsroknskap frá 18. januar í 2005.
32 Kunngerð nr. 57 frá 7.6.1999 um at serskatta hjún.
1...,67,68,69,70,71,72,73,74,75,76 78,79,80,81,82,83,84,85,86,87,...284
Powered by FlippingBook