78
hjúnafelagin rekur tað, og hann stendur fyri meginpartinum av rakstrinum
ella við støði í síni útbúgving ella fakliga førleika hevur ábyrgd av virksem
inum. Rekur hjúnafelagin virksemi saman við øðrum, skulu ásetingarnar í
galdandi lóggávu um at skráseta og útvega loyvisbræv vera loknar.
Løn til hjúnafelaga skal verða ásett í skrivligum sáttmála millum partarnar,
har eisini setanartreytir og arbeiðstíð verða gjøllari tilskilað. Sáttmálin skal
galda frá ársbyrjan ella tí degi, hjúnafelagin fer at arbeiða og kann ikki verða
broyttur í álmanakkaárinum. Sáttmálin skal vera góðkendur hjá TAKS,
áðrenn farið verður at arbeiða fyri lønina
33
.
Lønin kann ikki vera hægri enn tað, sum svarar til galdandi kollektiva sátt
mála á arbeiðsmarknaðinum. Tá serligar umstøður eru, kann lønin tó vera
upp í 15% hægri, enn galdandi er fyri avvarðandi sáttmálaøki. Er eingin
slíkur kollektivur sáttmáli fyri avvarðandi arbeiði, kann skattavaldið áseta
lønina svarandi til veruliga virðið av arbeiðsavrikinum. Tá skattavaldið metir
um virðið av arbeiðinum, skal tað vera eftir útbúgving, fakligum fortreytum
og royndum hjá avvarðandi persóni, umframt ta samsýning, sum viðkom-
-andi kundi fingið fyri samsvarandi arbeiði aðrastaðni. Lønin kann í hesum
føri tó í mesta lagi verða sett til 150.000 kr. um árið fyri eitt ársverk.
Festibóndi kann løna hjúnafelaga, sum arbeiðir á festinum, løn á sama hátt.
Lønin hjá hjúnafelaga er A-inntøka og skal verða rindað um eitt avrokningar
stað, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
4.5.2. Reka vinnuvirki saman
Úrslitið av vinnuvirki, sum hjúnafelagar reka í felag, skal verða tikið við í
uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni hjá hjúnunum í mun til
luttøku teirra í rakstrinum.
Til at býta upp skattskyldugu inntøkuna krevst, at sáttmáli er gjørdur mi-
llum hjúnafelagarnar við neyvari útgreining viðvíkjandi býti og ábyrgd.
Galdandi lóggáva at skráseta og útvega loyvisbræv skal verða hildin. Sáttmá-
lin skal galda frá fyrst í álmanakkaárinum, ella frá tí degi felags vinnuvirkið
byrjar, og kann ikki verða broyttur í álmanakkaárinum. Sáttmálan og broytin-
gar í honum skal TAKS góðkenna.
33 Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur tann 17. 11. 2004, mál nr. 04-02-21-24
, staðfest avgerð hjá
kommunalari skattakærunevnd at sýta frádrátt fyri lønarútreiðslur til hjúnafelaga, tí hjúnini ikki høvdu
gjørt skrivligan sáttmála, sum Toll- og Skattstovan hevði góðkent.