71
4.2.10. Arbeiðsinntøkur fyri arbeiði við føroyskum skipi eftir § 2, stk.
1, litra j í skattalógini
Her er talan um at skatta arbeiðsinntøkur (A-inntøkur) hjá útlendingum við
føroyskum skipum.
Ásetingin javnstillar harafturat útlendsk skip, tó ikki fiskiskip, við føroysk
skip, hevur føroyskt reiðaravirki leigað tey við ongari manning (bareboat
skráseting), samstundis sum ásett er, at føroysk skip, sum við ongari mann-
-ing verða leigað út til útlendsk reiðaravirki til ferðafólkaflutnings og ella
farmaflutnings, skulu ikki verða roknað sum føroysk skip. Arbeiðsinntøkur
fyri arbeiði við hesum seinast umrøddu skipum koma so statt ikki undir
avmarkaða skattskyldu til Føroya.
Víst kann sum dømi verða á
avgerð nr. 65/1994 hjá Landsskattanevndini,
sum
er endurgivin frammanfyri undir pettinum um fulla skattskyldu eftir § 1,
stk.
1,
nr. 5) við føroyskum skipi.
Tær her nevndu arbeiðsinntøkur verða skattaðar við bruttoskatti 42%. Er
arbeiðsinntøkan vunnin við føroyskum skipi, sum er skrásett í Føroysku Al-
tjóða Skipaskránni (FAS) ella við útlendskum skipi, tó ikki fiskiskipi, sum
føroyskt reiðaravirki hevur leigað við ongari manning, og tað er 100 skrásett
tons brutto ella meira til støddar, verður hon skattað 35% av bruttoinntøk-
-uni. Sí notu 16 frammanfyri.
Við gildi frá inntøkuárinum 2007 er inntøka frá virksemi við fiskifari, skrá-
sett í Føroyum, sum siglir uttan fyri føroysku landleiðirnar, og sum fiskar av
kvotum, sum reiðaríið sjálvt hevur útvegað sær,
undantikin frá avmarkaðari
skattskyldu til Føroya. Vert er at geva gætur, at undantakið er bara galdandi í
teimum førum, tá eitt reiðarí sjálvt hevur útvegað sær kvotur at fiska av, og at
tær ikki eru rættindi, sum Føroyar sum land hava útvegað sær.
4.2.11. Arbeiðsinntøkur fyri arbeiði við føroyskum flogfari eftir § 2,
stk. 1, litra l í skattalógini
Her er talan um at skatta arbeiðsinntøkur (A-inntøkur) hjá útlendingum við
flogførum, sum einstaklingar ella løgfrøðiligir persónar reka við fullari skatt-
-skyldu til Føroya (føroyskum flogførum).
Skatturin av hesum inntøkum er ásettur til 42% av bruttoinntøkuni.