Føroyskur skattarættur - page 66

66
grundgeving, at hann hevði ikki verið undir fullari skattskyldu til Føroya í 1994.
Hetta árið var vinnuliga rikin bátur, sum skattgjaldarin átti helvtina í, seldur á
tvingsilsuppboði. Skattgjaldarin flutti úr Føroyum til Danmarkar í 1993 og flutti
aftur til Føroya í 1997.
Landsskattakærunevndin viðmerkti, at skattgjaldarin í 1994 hevði avmarkaða skatt­
skyldu til Føroya sambært § 2, stk. 1, litra d í skattalógini, tí eigaraskapurin viðvíkj­
andi vinnuliga rikna bátinum hevði stovnað fastan rakstrarstað í Føroyum hetta árið.
Skattgjaldarin hevði tí rætt at draga staðfesta hallið í 1994 frá í skattskyldugu inn-
tøkuni eftir § 33, nr. 5, litra a í skattalógini.
§ 37a í skattalógini ásetur, at tá skattskylduga inntøkan verður uppgjørd hjá
útlendskum einstaklingi ella løgfrøðiligum persóni við føstum rakstrarstaði í
Føroyum, skulu teir nýta teir prísir og tær treytir í handilsligu ella búskapar-
ligu viðurskiftum sínum við feløg ella einstaklingar við samanfallandi áhuga-
málum, sum høvdu verið nýttir, um talan var um viðurskifti millum óheftar
partar.
Tey nevndu skattskyldugu skulu sambært § 118a í skattalógini tilskila á sjálv­
uppgávuni slag og vav á handilsligu ella fíggjarligu viðurskiftum sínum við
partar við samanfallandi áhugamálum, sum vísir, hvussu áseting viðvíkjandi
prísum og treytum fyri viðurskiftini koma fram. Tilfarið skal vera soleiðis
háttað, at tað kann vera grundarlag undir einari meting, um ásetingin
viðvíkjandi prísum og treytum er í samsvari við, hvat kundi verið vunnið,
um viðurskiftini vóru millum óheftar partar. Verða hesi krøv ikki uppfylt,
kann skattavaldið broyta prísáseting sambært metingum, so tær endurspegla
handil undir vanligum treytum.
Ásetingarnar í §§ 37a og 118a í skattalógini verða við einum fremmandum
orði nevndar
transfer pricing ella arms-longdar meginreglan (arm’s length prin-
ciple)
, sum fevnir um innanfelags prísáseting, ið verður nýtt í sambandi við
búskaparlig viðurskifti ímillum partar við áhugafelagsskapi. Tá prísurin er
øðrvísi enn marknaðarprísurin, hevur hetta við sær, at skattskylduga inntøk-
-an verður býtt skeivt millum tey umboðandi londini. Sí nærri um
transfer
pricing og tunna kapitalisering
seinni.
Einstaklingar skatta av hesum inntøkum eftir sama stigvíst hækkandi skatta­
stiga í mesta lagi 50% av skattskyldugu inntøkuni, sum einstaklingar við
fullari skattskyldu. Løgfrøðiligir persónar skatta á sama hátt sum løgfrøðiligir
persónar við fullari skattskyldu 18% ávikavist 49% av skattskyldugu inn-
tøkuni alt eftir, um partapeningurin/innskotspeningurin er í minsta lagi
80.000 kr. ella lægri enn 80.000 kr.
1...,56,57,58,59,60,61,62,63,64,65 67,68,69,70,71,72,73,74,75,76,...284
Powered by FlippingBook