Føroyskur skattarættur - page 65

65
Teir persónar, sum koma undir avmarkaða skattskyldu eftir hesi áseting eru
– eigarar ella sameigarar, sum reka ella taka lut í vinnu, ið hevur fastan
rakstarstað í Føroyum, ella á annan hátt eiga lut í avlopinum av slíkari
vinnu, ella sum
– samløgumenn ella samútgerðarmenn eiga lut í samløgu(íognar)felag ella
samútgerðarfelag, ið er skrásett í Føroyum.
Í
avgerð nr. 13/1986 hjá Landsskattanevndini
var til viðgerðar spurningurin, um ein
útlendskur skattgjaldari hevði stovnað fastan rakstrarstað í Føroyum. Skattgjaldarin
var í Føroyum tíðarskeiðið 1. januar til 3. apríl í 1985. Hóast endamálið við tilhald­
inum í Føroyum var at hjálpa at byggja samkomuhús, og eftir tað at halda frí, so
bjóðaði hann seg fram við lýsing í tíðindablaði at gera múraraarbeiði fyri almenning­
in. Úrslitið var, at skattgjaldarin fyri egnu rokning og ábyrgd gjørdi múraraarbeiði
fyri fýra ymisk viðskiftafólk. Hesi arbeiði góvu skattgjaldaranum 14.494 kr. í brutto­
inntøku. Skattgjaldarin búði alla tíðina hjá einum bróður, og amboðini, hann brúkti
í arbeiðinum, lánti hann frá vinum og kenningum.
Líkningarnevndin sýtti fyri at rokna inntøkurnar sum stavandi frá sjálvstøðugari
vinnu og gjørdi í øðrum lagi galdandi, at skattgjaldarin so hevði avmarkaða skatt­
skyldu til Føroya av hesum inntøkum.
Kærarin gjørdi galdandi, at talan var um inntøkur frá sjálvstøðugari vinnu (brutto­
inntøkur), og at skattgjaldarin sambært táverandi tvískattasáttmála millum Føroyar
og Danmark skuldi ikki verða skattaður av teimum í Føroyum, tí hann hevði ikki
stovnað fastan rakstrarstað í Føroyum.
Líkningarráð Føroya skrivaði í hoyringarsvarinum, at talan sambært tøkum upplýs­
ingum var um inntøkur frá sjálvstøðugari vinnu. Virksemið hjá skattgjaldaranum í
Føroyum hevði verið ógvuliga stutt, og ongar upplýsingar bendu á, at skattgjaldarin
hevði sett á stovn rakstrarstað at fremja virksemið.
Sambært grein 5, jbr. grein 6 í tágaldandi tvískattasáttmála millum Føroyar og Dan-
mark átti Danmark rættin til at skatta tær 14.494 kr., sum skattgjaldarin í tíðar-
skeiðinum 1. januar til 3. apríl í 1985, hevði vunnið í Føroyum.
Landsskattanevndin samtykti at taka undir við tilmælinum hjá Líkningarráð Føroya
at geva kæraranum fult viðhald.
Uppgerðin av inntøkuni hjá teimum skattskyldugu eftir hesi áseting fevnir
einans um tær her nevndu inntøkur, og
bara
tær útreiðslur, sum standast av
at vinna
hesar
inntøkur, kunnu verða drignar frá.
Í avgerð
frá 26.04.2000 (j. nr. 99S02-0012) hjá Landsskattakærunevndini
var upp­
lýst, at líkningarvaldið hevði sýtt skattgjaldara frádrátt fyri hall staðfest í 1994 við tí
1...,55,56,57,58,59,60,61,62,63,64 66,67,68,69,70,71,72,73,74,75,...284
Powered by FlippingBook