69
um vanliga lønarinntøku. At inntøkan minnir um lønarinntøku, forðar tó
ikki fyri at draga tær útreiðslur frá, sum eru hildnar fyri at vinna hesa inn-
tøku.
Inntøkurnar verða skattaðar við somu skattaprosentum (stigvíst hækkandi
upp í í mesta lagi 50%), sum inntøkurnar umrøddar undir § 2, stk. 1, litra d
og e í skattalógini.
4.2.7. Vinningsbýti úr Føroyum eftir § 2, stk. 1, litra g í skattalógini
Eftir § 1, stk. 2 í kapitalvinningsskattalógini verður fyri vinningsbýti roknað
alt, ið felag útlutar partabrævaeigara, lutahavara o.tíl., uttan tá eitt felag held
ur uppat sambært lóg um skattafríar samanleggingar. At útluta frípartabrøv,
frílutaprógv eins og útlutanir, sum fara fram í tí inntøkuári, tá felag verður
endaliga avtikið, eru ikki at rokna sum vinningsbýti.
Eftir § 5 í kapitalvinningsskattalógini skal tað at avhenda partabrøv o.tíl. til
tað felagið, sum hevur givið út virðisbrævið (egin partabrøv), tó verða roknað
sum vinningsbýti. Sama er galdandi fyri umbýtilig lánsbrøv og tekningsrætt
indi til slík virðisbrøv.
Skattur av vinningsbýti úr Føroyum til einstaklingar er 35% og til løgfrøði
ligar persónar 18%. Skyldan at rinda skattin liggur hjá móttakaranum, men
tað útlutandi felagið hevur skyldu at halda aftur skattin og at rinda landskass
anum hann í seinasta lagi 14 dagar eftir aðalfundarsamtykt um hetta. Útlut
andi felagið skal eisini leggja við yvirlit yvir, hvussu skatturin er roknaður.
Føroyar kunnu við tvískattasáttmála hava latið frá sær rættin at skatta
vinningsbýti fult ella partvíst.
4.2.8. Arbeiðsútleiga eftir § 2, stk. 1, litra h í skattalógini
Talan er um avmarkaða skattskyldu hjá persóni, sum fær inntøku stavandi frá
arbeiði, gjørt í Føroyum, sum sambært § 60, stk. 1, nr. 8 í skattalógini skal
verða roknað sum A-inntøka.
Hesar inntøkur fevna um samsýning í peningi og í hesum sambandi frítt
vistarhald til persón, sum er til taks at gera arbeiði her í landinum, íroknað
møguliga samsýning fyri útreiðslur til ferðing, uppihald o.a. Ásetingin er eis
ini galdandi, um inntøkan verður goldin triðja persóni, t.d. einum felagi.
Ásetingin skal lesast saman við § 63, stk. 1, 4. pkt. í skattalógini, har ásett er,
at avrokning av A-inntøku sambært § 60, stk. 1, nr. 8 í skattalógini áliggur tí,
sum fær arbeiðið gjørt.