88
5.1.5. A-inntøka ella B-inntøka?
Av og á kann ivi vera, um inntøkan hjá einum persónligum skattgjaldara er
A-inntøka ella B-inntøka. Í slíkum førum skal verða gjørd ein heildarmeting
av viðurskiftunum millum tann, sum hevur rætt til inntøkuna, og tann, sum
hevur skyldu at rinda inntøkuna.
Talan er, sum nevnt, um B-inntøku, tá skattgjaldarin útinnir virksemi sum
sjálvstøðugur vinnurekandi. Eyðkennið fyri slíkt virksemi er, at tað verður
rikið fyri egna rokning og ábyrgd við tí endamáli at fáa fíggjarligan vinning
burturúr. Slíkt virksemi skal vera so støðugt og hava slíkt vavi, at tað ikki
kann verða roknað sum ítriv.
Eyðkenni, sum kunnu tala fyri at meta virksemið sum sjálvstøðuga vinnu eru
t.d.
• hevur fíggjarligu ábyrgdina av, at arbeiðið verður gjørt,
• tá virksemið heilt ella partvíst verður rikið í egnum hølum, t.d. handli,
verkstaði, skrivstovu, heilsubótarstovu o.s.fr.,
• lýsing ella skelti vísir, at skattgjaldarin er yrkisfólk,
• hevur rætt til at taka onnur í læru,
• leiðir og leggur til rættis arbeiði uttan leiðbeining frá arbeiðsgevara,
• samsýningin verður goldin eftir rokning.
Eyðkenni, sum kunnu tala fyri at meta virksemið sum persónligt arbeiði í
tænastu (fyri onnur) og tí at meta tær avleiddu inntøkurnar sum A-inntøkur,
eru t.d.
• arbeiðir fyri ein og sama arbeiðsgevara,
• arbeiðið gevur rætt til frítíð við løn sambært frítíðarlógina,
• er undir lógini um starvsmenn,
• inntøkan er roknað sum løn fyri vanliga tænastu, t.d. tímaløn, vikuløn ella
mánaðarløn.
Vert er at geva gætur, at ein, sum hevur A-inntøku, samstundis kann vera
sjálvstøðugur vinnurekandi og tí hava bæði A-inntøkur og B-inntøkur. Fríir
ágóðar undantiknir, kann skattgjaldari vanliga ikki hava bæði A-inntøkur og
B-inntøkur frá somu keldu.
Landsstýrismaðurin kann, tá serligar orsakir eru til tess, gera av, at ein ávís
inntøka ella eitt ávíst slag av inntøkum, sum eftir lógini eru A-inntøkur, ikki
kulu vera A-inntøkur
42
.
Er ivin, um ein inntøka er A-inntøka ella ikki, kann Toll- og skattaárið gera
42 Skattalógin § 62, stk. 1.