94
Upplýsingar um mánaðarligu tøkuna av alifiski skulu innan 15. í mánaðinum
aftan á tøkuna latast TAKS. Um upplýsingarnar um tøku ikki verða latnar
TAKS innan ásettu freistina, verður sekt á kr. 1.000 løgd afturat tøku gjald
inum fyri avvarðandi mánað.
Tøkugjaldið fellur til gjaldingar í 4 gjøldum ávikavist 1. februar, 1. mai, 1.
august og 1. oktober við gjaldsfreist til 20. í mánaðinum. Verður tøkugjaldið
ikki goldið rættstundis, verður renta roknað við 0,7% fyri hvønn byrjaðan
mánað frá gjalddegnum.
Tøkugjaldið skal dragast frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni.
5.1.12.Vinna ella ítriv
Tað er ikki altíð, at virksemi, sum kastar av sær inntøkur, verður roknað sum
fult rikið vinnuligt virksemi í skattahøpi, men heldur verður roknað sum
ítriv. Ein avleiðing, at talan er um ítriv, er, at loyvt er einans at draga tann
partin av teimum útreiðslum, sum standast av at vinna hesar inntøkur, frá í
uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni, sum eru ájavnar við ella
lægri enn hesar inntøkur. Hall kann so statt ikki verða drigið frá. Er talan
hinvegin um vinnu, kann hall, sum stavar frá hesum virksemi, verða drigið
frá í uppgerðini viðvíkjandi aðrari inntøku hjá einum vinnurekandi skatt
gjaldara.
Eingi greið og sjónlig eyðkenni gera frammanundan av, nær talan er um
vinnu ella ítriv. Neyðugt er tí ítøkiliga at meta virksemið, har høvuðsdentur
verður lagdar á at meta um, hvørt talan er um lønandi virksemi (lønsemis
meting), sum aftur merkir, at tá ið farið verður undir slíkt virksemi, skulu
útlit hava verið fyri, at virksemið innan alt ov lang tíð hevur møguleika at
kasta av sær inntøkur, sum standa mát við tær íløgur, sum gjørdar eru. Eisini
er neyðugt at kanna eftir, hvat er gjørt fyri at skapa inntøku og forrenta tær
íløgur, sum gjørdar eru í virksemið (intensitetin).
Lønsemismetingin kom sjónliga fram í einari avgerð hjá
Skatta- og avgjalds
kærunevndini
í 2004.
Avgerðin er frá
01.12.2004 (mál nr. 04-02-21-26 og 04-02-22-139).
Kommunala
skattakærunevndin hevði staðfest avgerð hjá Toll- og Skattstovuni, at virksemi skatt
gjaldarans ikki kundi verða mett sum vinnuligt í skattligum høpi, tí útlit vóru ikki
til, at virksemið fór at bera seg fíggjarliga. Skatta- og avgjaldskærunevndin metti tað
hinvegin vera ov tíðliga at siga, at virksemið fór ikki at bera seg og gjørdi tí av at geva
skattgjaldaranum viðhald í tí, at virkið eisini í 2002 átti at verða roknað sum
vinnuligt.