103
Líkningarvaldið greiddi frá, at álíkningin fyri 1993 var framd á tann hátt, at einans
tær inntøkurnar, sum rættur var vunnin til í tíðarskeiðinum, skattgjaldarin hevði
fulla skattskyldu til Føroya (1/1- 1/4 í 1993) vóru umroknaðar til heilársinntøku,
men frítíðarlønin, sum hann vann rætt til í 1992 (og sum var útgoldin 2. mai í
1993) er løgd aftur at umroknaðu inntøkuni sum eitt „eingangsgjald“, og at hetta
var samsvarandi ásetingunum í §§ 24, stk. 2. 2. pkt. og 28, stk. 3 í skattalógini.
Í fyrru grein er ásett, at er inntøkuuppgerðin fyri eitt styttri tíðarskeið enn eitt ár,
verður útroknaða skattskylduga inntøkan umroknað soleiðis, at hon svarar til
heilársinntøku. Viðvíkjandi frítíðarlønini, er hon eins og aðrar A-inntøkur
skattskyldug, tá hon verður útgoldin. Men sambært § 28, stk. 3 í skattalógini, er
inntøkan skattskyldug í seinasta lagi, tá skattskyldan heldur uppat, sjálvt um hon
verður útgoldin, tá skattgjaldarin er vorðin avmarkað skattskyldugur til Føroya.
Hóast skattalógin ásetur, at A-inntøka vanliga skal verða inntøkuførd, tá ið
hon verður goldin, er meginreglan í føroyskum skattarætti, at ein innløga
skal verða inntøkuførd tað árið,
rætturin er vunnin
til innløguna. Mótsvar
andi kann ein útreiðsla sum meginregla ikki verða útreiðsluførd sum rakstrar
kostnaður í skattauppgerðini fyrr enn tað árið, skattgjaldarin er rættarliga
bundin til at rinda hana.
Hjá vinnurekandi kann tað bera á, at samsýningin fyri eina vøru ella tænastu,
sum er veitt í einum inntøkuári ikki verður goldin fyrr enn í einum seinni
inntøkuári. Í slíkum førum kann væl hugsast, at tann vinnurekandi sambært
ognarrættinum longu hevur vunnið rætt til samsýningina í veitingarárinum,
hóast hann ikki fær samsýningina goldna fyrr enn árið eftir. Meginreglan
hevur í hesum føri við sær, at samsýningin skal verða inntøkuførd í tí fyrra
árinum.
Henda meginregla er staðfest í fleiri kærumálum, eitt nú í
máli nr. 52/1990
hjá
Landsskattanevndini,
har Landsskattanevndin tók undir við avgerð líkningarvalds
ins, at rætturin til lønarágóða o.a. fyri tíðarskeiðið 1983-88 ikki var endaligur fyrr
enn í 1990, tá semja varð gjørd í Føroya rætti um ágóðan. Málið varð seinni skotið
inn fyri Føroya rætt, sum staðfesti avgerðina hjá Landsskattanevndini.
Rentuinntøkur og rentuútreiðslur av fíggjarkrøvum verða ávikavist inntøku-
førdar og útreiðsluførdar, tá tær
eru gjaldkomnar
. Talan er her um eitt annað
frávik frá meginregluni, at innløgur skulu verða inntøkuførdar, tá ið rætturin
er vunnin til teirra.
5.1.20. Peningsvirði (fríir ágóðar og eginnýtsla hjá vinnurekandi)
Tað er ikki einans peningur, sum skal verða inntøkuførdur, men alt, sum hevur