112
vinningur av at selja leysafæ er skattskyldugur sambært § 27,er, at sølan fellur undir
vinnuna hjá skattgjaldaranum,
ella
at hann hevði ognað sær maskinuna fyri at selja
hana við ágóða, og at próvbyrðan lá hjá líkningarvaldinum, sum ikki var lyft í hesum
føri.
Í einum øðrum máli
frá 16.06.2004 (mál nr. 03-02-22-4)
kom
Skatta- og avgjalds
kærunevndin
til eina aðra niðurstøðu, at eini fiskirættindi vóru útvegað við tí fyri
eyga at selja aftur við ágóða, og at heimild tí var fyri skatting eftir § 27 í skattalógini.
Skattgjaldarin legði hesa avgerð fyri Føroya rætt, sum í
dómi frá 7. februar 2006
staðfesti avgerðina hjá nevndini.
Vert er at geva gætur, at § 27 ikki loyvir, at staðfest tap av at selja ognir verður
drigið frá í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni, jbr. orðingina í § 27
„
ágóði
av sølu ella avhending av ognum …“
Hetta staðfestir
Skatta- og avgjaldskærunevndin
eisini í avgerð
frá 13.05.2004 (mál
nr. 03-02-021-1)
, har hon viðmerkti, at tá ið talan er um spekulatión, kann
frádráttur ikki verða givin fyri hall.
5.1.24. Lívstryggingarpeningur og onnur endurgjøld
Treytin, fyri at slík endurgjøld ikki skulu verða tikin við í inntøkuuppgerð
ina, er, at talan er ikki um endurgjald fyri mista inntøku, og at upphæddin
verður goldin
sum ein upphædd
og
ikki javnan
yvir eitt tíðarskeið. Verða
upphæddirnar útgoldnar í fleiri gjøldum eitt tíðarskeið, verða tær roknaðar
sum A-inntøkur, sum skulu verða ávístar um eitt góðkent avrokningarstað.
Endurgjøld fyri miss, sum ikki er peningaligur, skulu ikki verða tikin við sum
inntøka. Slík endurgjøld kunnu t.d. vera
50
• fyri ónáðir í starvi og støðu,
• fyri brotið hjúnabandslyfti,
• fyri ærumeiðing,
• fyri sviða og sársaka,
• fyri lýti og misprýði,
• fyri útreiðslur í sambandi við heilsubót, eitt nú flutning til sjúkrahús og
frá sjúkrahúsi.
Tá
starvsfólk hava útreiðslur av starvinum,
eitt nú í sambandi við ferðing í
ørindum fyri arbeiðsgevaran, skulu slík endurgjøld ikki verða tikin við sum
inntøka, men verða endurrindað sambært skjalprógvi, ella verða endurrindað
við teimum upphæddum, sum landsstýrið hevur ásett sambært avtalu við
50 Sí rundskriv nr. 3 frá 25.9.1986 viðv. skattligari viðgerð av endurgjaldsveitingumfrá tryggingarstovnum.