Føroyskur skattarættur - page 117

117
Sambært siðvenju og reglubundnari tulking viðvíkjandi nevnda broti úr § 31
í skattalógini verða útreiðslur loyvdar frádrignar, tá ið
• tær stava frá
ígongdverandi vinnuvirksemi
• tíðarsamband er millum útreiðslurnar og inntøkurnar, jbr. orðingina
í
árinum
• útreiðslurnar ganga til at vinna, tryggja og halda
inntøkurnar
og ikki
inntøkugrundarlagið (inntøkukeldurnar)
Er ivamál, um ein útreiðsla er rakstrarkostnaður, kann tað vera týdningar­
mikið, um ein útreiðsla var
neyðug
ella
vanlig
.
5.3.1. Ígongdverandi vinnuvirksemi
Kravið um, at útreiðslan skal stava frá
vinnuligum
virksemi, sum er
í gongd
,
sæst aftur á orðingini í § 31 í skattalógini, sum setur krav um aktualitet, og at
talan skal vera um útreiðslur til umvælingar o.a. viðvíkjandi rakstrar­
amboðum, sum hin skattskyldugi hevur nýtt í virki sínum.
Kravinum um
aktualitet
hevur
Landsskattakærunevndin
tikið undir við í
avgerð frá
4.12.2002 (j. nr. 01S01-0120)
, har hon fylgdi uppfatanini hjá kommunalu skatta­
kærunevndini um, at ásetingarnar í bæði § 31 í skattalógini og §§ 1, 2 og 6 í avskriv­
ingarlógini byggja á kravið um, at rakstarútreiðslur og avskriving einans kunnu
verða gjørdar, tá ið talan er um ígongdverandi virksemi.
Kravið er eisini samsvarandi siðvenjuni, at tað er ikki alt virksemi, sum kastar
av sær inntøkur, ið kann verða roknað sum fult rikið vinnuligt virksemi í
skattahøpi. Talan er tá um virksemi, sum verður roknað sum ítriv. Sum
umrøtt frammanfyri undir inntøkuhugtakinum, er ein avleiðing av hesum,
at loyvt er einans at draga frá tann partin av rakstrarkostnaðinum, sum er
ájavnur við ella lægri enn hesar inntøkur. Tað merkir, at rakstrarhall, sum
stavar frá ítrivi, kann ikki verða drigið frá í uppgerðini viðvíkjandi aðrari inn­
tøku. Sí um hesi viðurskifti frammanfyri undir partinum við heitinum
Vinna
ella ítriv
, har avgerðir í kærumálum eisini eru umrøddar.
5.3.2. Tíðarsamband millum útreiðslurnar og inntøkurnar
Ásetingin í § 31 …
í árinum …
er í verki vorðin uppfatað soleiðis, at tað skal
vera eitt tepurt tíðarsamband millum inntøku og útreiðslu so at skilja, at lítil
ivi skal vera um, at búskaparliga árinið av einari hildnari útreiðslu skal vera
sjónligt eftir lutfalsligari stuttari tíð.
Aðrar ásetingar í skattalógini stuðla uppfatanini um tepra tíðarsambandi, eitt
1...,107,108,109,110,111,112,113,114,115,116 118,119,120,121,122,123,124,125,126,127,...284
Powered by FlippingBook