121
ingi í rakstri skipsins fyri gjørdar avskrivingar, til klassingar og umvæling-
ar viðvíkjandi vinnuliga riknum skipi. Avsetingarnar til samans eru av-
markaðar til í mesta lagi at vera 10% av tí fyrstu mió. kr. av útveganar
virðinum og 5% av útveganarvirðinum oman fyri 1 mió. kr.
5.3.5. Aðrar lógásettar útreiðslur, sum kunnu verða drignar frá í
inntøkuuppgerðini
Lóggávuvaldið hevur gjørt av, at tað eisini skal vera loyvt at draga aðrar út
reiðslur frá í uppgerðini viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni enn tær út
reiðslur, sum eru allýstar sum rakstrarkostnaður.
Hesar útreiðslur, sum eisini verða nevndar
líkningarfrádráttir
, eru fyrst og
fremst ásettar í § 33 í skattalógini. Talan er um ítøkiliga nevnd sløg av út
reiðslum, sum lóggávuvaldið til eina og hvørja tíð kann broyta, seta úr gildi
ella seta í gildi alt eftir, hvørja ætlan tann politiski meirilutin hevur.
Teir týdningarmestu frádráttirnir eftir § 33 eru:
• rentuútreiðslur av íløgu og rakstrarskuld.
• Rentuútreiðslur, sum eru komnar til gjaldingar í einum inntøkuári, og
sum skattgjaldarin hevur drigið frá, men ikki hevur goldið seinast í
næsta inntøkuári, verða inntøkuførdar fyri tað álmanakkaárið, renturnar
eru komnar til gjaldingar. Rentuútreiðslurnar verða mettar at vera goldnar,
um so er, at ein peningastovnur hevur skrivað tær aftururat kassakreditt-
inum ella slíkum støðugum viðurskiftum, uttan at kreditturin av hesum
fer upp um hámarkið, sum avtalað varð 1. januar í tí álmanakkaárinum,
ella fyrst í roknskaparskeiðinum, sum kemur beint aftaná tað álmanakkaár
ella roknskaparskeið, rentan varð tilskrivað.
• útreiðslur til ferðing, umboðan, lýsingar o.tíl., sum í sambandi við vinnu-
virki standast av at selja vørur og tænastur í inntøkuárinum og seinni
inntøkuár.
• skattligt hall.
54
•
Hall kann tó bara verða flutt fram til frádrátt eitt seinni inntøkuár í tann un,
rúm ikki er fyri tí í skattskyldugu inntøkuni eitt fyrri ár.
Fær skattgjaldarin neyðskuldarsemju, skuldareftirgeving ella avtalu um
skuldarsemju, verður frádráttur fyri skattliga hallið lækkaður ella avmarkaður
54 Hall, sum er staðfest í inntøkuárinum 2001 ella fyrr, kann bara verða flutt fram sum frádráttur í skatt
skyldugu inntøkunum 5 tey næstu árini, og soleiðis, at fyrsta árið verður alt hallið drigið frá, um inn-
tøka er til tess og annars so nógv, sum inntøka er til.