116
ikki verða ásettur, fyrr enn búgvið hjá arvalataranum verður gjørt upp, og tí
fellur arvaavgjaldið av arvaforskoti heldur ikki til gjaldingar, fyrr enn bús-
viðgerðin endar. Talan er tí um avgjaldsskyldu, sum ikki gerst virkin, fyrr enn
arvalatarin er deyður, og búgv hansara verður uppjørt.
Fyri at sleppa undan iva, um veitingin er arvaforskot ella gáva, er skilagott, at
hann ella hon, sum letur arvin, skrivliga gevur til kennar, at talan er um for-
skot av veiting, sum minkar arvin hjá móttakaranum. Harafturat skal tað
kunna sannast, at móttakarin hevur arvarætt sambært lógini ella testamenti.
Harumframt skal vera sannlíkt, at arvingin fer at liva longur enn arvalatarin.
5.2.2. At siga frá sær arv
Arvalógin forðar heldur ikki fyri, at arvingar kunnu siga frá sær arv fult ella
partvíst móti samsýning ella samsýningarleyst. Er talan um at siga frá sær arv
móti samsýning, er slík samsýning at samanbera við forskot av arvi og verður
tí skattliga viðgjørd á sama hátt sum arvaforskot. Er talan um at siga frá sær
arv samsýningarleyst, fellur hvørki avgjald ella inntøkuskattur.
Umráðandi er hjá honum, sum hevur sagt frá sær arv, at kunna føra prógv
fyri tí. Tað er tí eisini í hesum føri skilagott skrivliga at geva slíka avgerð til
kennar og at lata arvalataran við sínari undirskrift á slíkt skjal vátta, at hann
er vorðin kunnaður um hesa avgerð.
Avgerðin at siga frá sær arv skal verða tikin, áðrenn avvarðandi arvingi fæst
við búgvið
53
, annars fellur arvaavgjald til gjaldingar, og talan kann eftir um
støðunum verða um at staðfesta, at gáva verður latin til medarving/ar, sum
kann hava við sær skattskyldu fyri teir.
5.3. KOSTNAÐARLÆRAN
Skattliga kostnaðarlæran er grundfest í § 31 í skattalógini og serliga í orðing
ini, har rakstrarkostnaður verður allýstur sum …“tær útreiðslur, sum
í ár
inum
ganga til at
vinna inntøkurnar, tryggja
tær og
halda
teimum við …“
Sum nevnt frammanfyri undir inntøkuhugtakinum, fall burtur rætturin hjá
løntakarum at draga frá rakstrarkostnað í inntøkuuppgerðini 1. januar 1993.
Tað eru so statt einans sjálvstøðug vinnurekandi og vinnufeløg av ymsum
slag, sum kunnu draga frá rakstrarkostnað í uppgerðini viðvíkjandi skattskyld
ugu inntøkuni.
53 Eftir donsku boafgiftsloven skal slík avgerð verða fráboðað skiftirættinum, áðrenn endalig búuppgerð
verður latin inn, tó í seinasta lagi áðrenn útlutingin úr búnum byrjar.