Føroyskur skattarættur - page 108

108
Tað hevur tí týdning, hvussu virðið á aktivunum, ið skuldarin eigur, verða
ásett/mett. Aktivini skulu virðismetast til handilsvirðið, undir tí fyritreyt, at
aktivini verða seld undir einum. Verður virðisásetingin gjørd við grundarlagi
í ársroknskapinum, skulu roknskaparligu virðini regulerast upp- og niðureftir
í mun til handilsvirðini. Eisini skulu ognir, ið ikki áður hava verið tiknar við
í javnan, takast við. Útskotin skattur skal ikki takast við sum skuld. Síggjast
skal eisini burtur frá borganum frá triðjamonnum.
Sum sagt er lógin galdandi fyri allar eftirgevingar av skuld, undir hesum
eftirgevingar millum nærstandandi. Hall, ið ikki er nýtt,
skal minkast
við
ikki-skattskylduga partinum av eftirgivnu upphæddini sambært § 33, nr. 5b
í skattalógini.
Við fyrning meinast fyrning eftir lógarásetingunum um hesi viðurskifti, t.d.
Norsku lóg (20 ára fyrningarfreist) ella 1908-lógini (5 ára fyrningarfreist).
Í mun til skuldareftirgeving kann skuldin við fyrning detta burtur, uttan at
kravánarin hevur verið við til hetta. Kundi skuldarin rindað skuldina, tá hon
bleiv fyrnað, skal hann skattast av allari skuldini. Kundi hann hinvegin ikki
havt goldið skuldina, ella bert parvíst, skal hann ávíkavist ikki skattast ella
partvíst skattast av vinninginum.
Hevði kravið onki virði fyri kravánara, tá tað bleiv fyrnað, verður ongin
skatting av skuldara. Fyrningin hevur tískil somu avleiðingar, sum um talan
var um skuldareftirgeving. Tó verður eitt møguligt óbrúkt hall
ikki minkað
sambært § 33, nr. 5b í skattalógini.
Við samanrenning (konfusjón) meinast, at skuldin dettur burtur, tí
kravánarin og skuldarin gerast tann sami. Hetta er t.d. galdandi, tá kravánarin
avhendir eitt krav móti skuldaranum til skuldaran sjálvan. Óbrúkt hall skal
ikki minkast
sambært § 33, nr. 5b í skattalógini.
Við fyrilokan (præklusjón) av skuld verður skilt, at eitt krav, eftir at proklama
er lýst sambært lóg ella óskrivaðum reglum, verður lýst ”deytt og maktarleyst”.
Hetta er t.d. galdandi við præklusivt proklama. Præklusjón líkist fyrning í tí,
at skuldin dettur burtur, uttan at talan er um innfrían ella avtalu við ognaran.
Óbrúkt hall skal
ikki minkast
sambært §33, nr. 5b í skattalógini.
Neyðskuldarsemja fyriliggur, tá sovorðin kann fremjast eftir reglunum í
konkurslógini. Óbrúkt hall
skal minkast
við ikki-skattskylduga partinum av
eftirgivnu upphæddini sambært. § 33, nr. 5b í skattalógini. Sjálvboðin
1...,98,99,100,101,102,103,104,105,106,107 109,110,111,112,113,114,115,116,117,118,...284
Powered by FlippingBook