124
Landsstýrismaðurin hevur í slíkari kunngerð ásett, at tá serlig viðurskifti tala
fyri tí, eitt nú tá skuldararnir eru nógvir, verður loyvt at gera prosentvísa av-
seting móti tapi av skuldarum. Støddin á prosentvísu avsetingini skal í fyrsta
lagi verða ásett eftir teimum roknskaparligu royndunum hjá virkinum, hvat
tapi av skuldarum viðvíkur undanfarin ár. Tó skulu munandi broytt búska-
parviðurskifti kunna hava ávirkan á ásetingina viðvíkjandi prosentinum, eins
og broytt samanseting viðvíkjandi viðskiftafólkafjøldini. Harumframt kunnu
royndir, sum onnur meinlík virkir við somu umstøðum hava, fáa ávirkan.
Peningastovnum er loyvt at seta av móti tapi av útlánum og ábyrgdum, um
avsetingin er grundað á meting viðvíkjandi teimum einstøku útlánunum og
ábyrgdunum. Slík avseting kann verða upp í 11% av øllum útlánum og
ábyrgdum, uttan at neyðugt er hjá skattavaldinum at kanna avsetingina.
Líkningarvaldið hevur í einum rundskrivi ásett mannagongd, sum skal verða
fylgd, tá ið ítøkilig meting skal gera av, um kravið verður hildið at vera mist
fult ella partvíst. Eftir hesi mannagongd skal avvarðandi skattgjaldari við sjál-
vuppgávuni lata inn skrivligt yvirlit, sum vísir hesar skuldarar. Yvirlitið skal
geva hesar upplýsingar um hin einstaka skuldaran:
1. Navn
2. Bústað
3. Peningaupphædd
4. Nær rætturin til peningakravið er fingin (ár)
5. Frágreiðing um, hví avskriving verður gjørd ella váttan frá advokati.
Ein frágreiðing ella váttan um, at tað ikki lønar seg at innheinta
peningin, gevur ikki rætt til frádrátt.
Líkningarvaldið hevur í rundskrivinum ásett, at tá skuldin er eldri enn 3 ár
og upphæddin er 3.000 kr. ella minni, verður frádráttur loyvdur uttan at
vissa er fingin fyri, at peningurin er mistur.
Víst verður á
Landsskattakærunevndarmál frá 15.03.1999 (j. nr. 98S01-0056),
har
bæði avsetingar og avskrivingar av tapi av skuldarum eru neyvt umrøddar.
• Samdøgursfrádráttur
Talan er um samdøgursfrádrátt fyri arbeiði við útlendskum skipi og fyri
arbeiði uttanlands, tó ikki inntøkur fevndar av § 25 b, stk. 1 í skattalógini.
Frádrátturin verður veittur fyri part av meirútreiðslum til kost, húsaleigu,
ferðaútreiðslur og flutningsútreiðslur og sjúkratryggingar og vanlukkutrygg
ingar og er treytaður av, at dvølurin uttanlands eitt 12 mánaða tíðarskeið
antin er 2 mánaðir uttan slit, ella í minsta lagi 100 samdøgur.