Føroyskur skattarættur - page 134

134
kann koma upp á tal at javna skattskyldugu inntøkuna eftir § 31, stk. 2 í
skattalógini at verða ájavna við skattligu
uppgerðina av eginognini
.
6.3.6.2. Eiga ognarlutin
Grundleggjandi treytin at eiga ognarlutin hevur t.d. við sær, at ognarlutir,
sum skattgjaldari hevur langleigað (leasað) at brúka í vinnuvirki sínum,
kunnu ikki verða avskrivaðir. Leigugjaldið kann hinvegin vanliga verða drigið
frá sum rakstrarkostnaður í inntøkuuppgerðini.
Kravið um eigaraskap gongur t.d. fram av orðingum í avskrivingarlógini, eitt
nú í §§ 1, stk. 2 ( … ið meira enn tveir persónar
eiga
í felag … ) og 2, stk. 1
… (og sum
hoyra til
vinnuvirki hjá tí skattskylduga … ). Eitt frávik frá ognar­
kravinum er ásett í § 34 í skattalógini, sum ásetur, at skattligar avskrivingar
av ognarlutum, sum verða nýttir í vinnuvirki hjá øðrum hjúnafelaganum, ger
hann uttan mun til, um hann sjálvur eigur ella hin hjúnafelagin er ánari.
Drúgv kærunevndarvenja er eisini fyri at seta hesa treyt. Sum dømi um slíkar
avgerðir, kann verða víst á
Landsskattanevndarmál, j. nr. 81/1981
, har avskriving
varð sýtt, tí eigaraviðurskiftini vóru ikki nóg greið,
Landsskattanevndarmál, j. nr.
17/1984,
har avskriving varð noktað, tí tað varð ivasamt, um kærarin var tann rætti
at eiga ognarlutin. Eisini kann verða víst á nýggja
avgerð hjá Landsskattakærunevnd­
ini frá 21.06.1999 (j. nr. 98S01-0003),
har nevndin viðmerkti, at „eigarin“, ið situr
fyri negativari skipasaldu eftir § 12, stk. 3 í avskrivingarlógini, skal verða skattaður
av upphæddini.
6.3.7. Ognir uttanlands
Tað sæst í § 1, stk. 2 – 5 í avskrivingarlógini, at eigarar í íognarfeløgum, sam­
løguíognarfeløgum, partsreiðaríum og øðrum slíkum feløgum, sum fleiri enn
tveir persónar eiga, og hvørs veruliga leiðsla hevur sæti uttanlands, kunnu
einans gera skattligar avskrivingar av ognum hjá slíkum felagi, í tann mun,
avskrivingin rúmast innan fyri rakstrarvinning frá somu ognum. Undantaks­
loyvi kann undir serligum umstøðum verða fingið frá Toll- og Skattaráð
Føroya.
Eitt dømi um avleiðingar av hesi avmarking var til viðgerðar hjá
Skatta- og avgjalds­
kærunevndini í avgerð frá 10.03.2003 (j. nr. 02S01-0123),
har avskriving varð sýtt, tí
eitt danskt samløgufelag við fleiri enn tveimum eigarum hevði havt hall øll árini.
Møguleiki hevði tí ikki verið fyri at gera avskrivingar.
1...,124,125,126,127,128,129,130,131,132,133 135,136,137,138,139,140,141,142,143,144,...284
Powered by FlippingBook