Føroyskur skattarættur - page 142

142
Útveganarvirðið er 200.000 kr. Vinnuliga nýtslan 1. árið er 50% og vinnuliga nýtslan
2. árið er 25%.
Roknaðar
Ikki
avskrivingar
Vinna Eginnýtsla avskrivað
Útgevan ár 1
150.000
50.000
Avskriving 30% 45.000 22.500 22.500 22.500 50%/50%
Salda ultimo ár 1
105.000
Avskriving 30% 31.500 7.875 23.625 23.625 25%/75%
Salda ultimo ár 2
73.500
Avskrivingar tils.
76.500
Í hesum dømi hava 22.500 kr. og 7.875 kr., til samans 30.375 kr., kunna verið
drignar frá í skattauppgerðunum ávikavist ár 1 og 2.
6.4.2.1. Uppgerð eftir § 8, stk. 1 í avskrivingarlógini
Verður rakstrargagn til blandaða nýtslu selt fyri upphædd, sum er
hægri enn
útveganarprísurin við øllum roknaðum avskrivingum frádrignum, skal tann
parturin av vinninginum, sum svarar til lutfallið millum skattligu
avskrivingarnar og roknaðu avskrivingarnar, verða inntøkuførdur søluárið.
Verður rakstrargagnið í døminum omanfyri selt fyri 100.000 kr. ár 3, verður úrslitið:
Søluprísur
100.000
- salda ultimo ár 2
-73.500
Vinningur (munur)
26.500
At inntøkuføra ár 3: 30.375/76.500×26.500 = 10.522 kr.
6.4.2.2. Uppgerð eftir § 8, stk. 2 í avskrivingarlógini
Verður selt fyri upphædd, sum er
lægri enn
útveganarprísurin allar roknaðar
avskrivingar frádrignar, kann partur av muninum verða drigin frá í inntøku­
uppgerðini søluárið. Munurin skal tó lækkast við útveganarvirðinum, sum er
hægri enn 150.000 kr.
Verður rakstrargagnið í døminum omanfyri selt fyri 40.000 kr. ár 3, verður
úrslitið:
1...,132,133,134,135,136,137,138,139,140,141 143,144,145,146,147,148,149,150,151,152,...284
Powered by FlippingBook