147
Er annar sáttmálaparturin persónligur skattgjaldari (t.d. partsreiðari), skal hvør
luttakandi persónur hava gjørt bindandi avtalu við avvarðandi skipasmiðju.
Forskotsavskriving kann verða gjørd fyrstu ferð fyri tað inntøkuár, ið sáttmál
in er gjørdur og annars upp í 15% av byggikostnaðinum fyri hvørt árið í
byggitíðini. Forskotsavskrivingin til samans er tó avmarkað til í mesta lagi
45% av avrádda byggikostnaðinum. Forskotsavskrivingin í hesum tíðarskeiði
ávirkar ikki møguliga aðra skipasaldu hjá skattgjaldaranum. Men tá skipið,
sum er forskotsavskrivað, verður
avhent
, skal útveganarprísurin – við gjørd
um forskotsavskrivingum frádrignum – verða lagdur aftur at møguligari
aðrari skipasaldu sum tilgongd (avskrivingarlógin §14).
Verður sáttmálin um skipabyggingina
sagdur úr gildi,
skulu gjørdar forskots
avskrivingar verða inntøkuførdar tað inntøkuár, sáttmálin fer úr gildi
(avskrivingarlógin § 15).
Verða
rættindi
sambært skipabyggisáttmála
avhend,
skal vinningur ella hall
verða tikin við í uppgerðina viðvíkjandi skattskyldugu inntøkuni tað inn-
tøkuár, rættindini eru avhend. Gjørdar forskotsavskrivingar skulu verða tikn
ar við í uppgerðina viðvíkjandi vinningi ella halli. Tryggingarpeningur ella
endurgjaldspeningur er at rokna sum gjald fyri avhending av avvarðandi sátt
mála (avskrivingarlógin § 16).
Persónligir
skattgjaldarar kunnu í mesta lagi forskotsavskriva ájavnt við
innskotnan eginpening útyvir vinning av skiparakstri (avskrivingarlógin §
16b, stk. 1, nr. 2).
Í
landsskattanevndarmáli j. nr. 4/1985
var til viðgerðar spurningurin, hvussu orð
ingin innskotin skuldi skiljast. Niðurstøðan hjá nevndini var, at hugtakið innskotin
eginpeningur skal skiljast sum tann upphædd, persónurin hevur bundið seg til at
skjóta inn. Forskotsavskriving kundi tí verða gjørd, hóast eginpeningurin ikki var
inngoldin.
Er møguleiki hjá
persónligum
skattgjaldara at gera bæði vanligar avskrivingar
og forskotsavskrivingar, krevur líkningarvaldið, at vanlig avskriving í vinn
ingi av skiparakstri skal verða gjørd fyrst.
Henda mannagongd tykist at vera staðfest í
Landsskattakærunevndini í avgerð frá
17.05.1999 (j. nr. 98S01-0059)
, har nevndin viðmerkir, at aðrar avskrivingar enn
avskrivingar av skipasaldum eiga at verða frádrignar í uppgerðini viðvíkjandi netto-
vinninginum av skiparakstri, áðrenn avskrivað verður eftir § 16b í avskrivingarlógini.
6.4.3.6. Avmarkingar hjá persónligum skattgjaldarum
Meginreglan at kunna gera árligar skattligar avskrivingar í mesta lagi 30% av